Tað verða fleiri áhugaverd tiltøk í Kommunuskúlagarðinum á ólavsøku.
Bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag fara Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen at spæla til dans í tjaldinum.
Eyðun og Terji hava samstarvað nógv um tónleik seinnu árini. Eyðun hevur øll árini verið ein av høvuðsmonnunum í Frændum, og Terji var eisini við í bólkinum nógv av áttatiárunum. Terji er eisini kendur frá bólkum sum Føstufressum og Moirae.
Men Eyðun og Terji hava seinastu fimm árini samstarvað nógv um tónleik, og teir hava eisini givið tvær fløgur út í felag.
Teir hava hvør sær og saman skrivað ein ørgrynnu av sangum, sum eru vorðnir landskendir. Tað verða hesir sangir, sum teir fara at spæla saman við bólkinum hjá sær á ólav-søku.
Plys
Tað verða eisini tvey barnatiltøk í Tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum. Tað verða Niels og Peter Plys, sum fara at undirhalda børnunum við gandakynstrum, skemti, ballónum og góðgæti bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl. 17.00.
Niles Plys hevur áður verið í Føroyum, og tá gekk honum sera væl at undirhalda børnunum. Niels Plys hevur eisini verið væl umtóktur sum undirhaldari í Danmark, og hann er støðugt á ferð.
Gospel
Stóra ólavsøkukonsertin verður eisini hildin í Kommunuskúlagarðinum, og ólavsøkuaftan verður stórsligin gospelkonsert.
Á hesi konsert fara Linda Holmberg, Heini Lützen, Laila Hansen, Regin Guttesen, Sigrid Rasmussen, Jón Svein Heinesen og Heidi Andreasen at syngja, og afturat sær hava tey ein bólk, sum er mannaður við dugnaligum donskum tónleikarum.
Eisini fer kórið United Vocies at syngja á konsertini.
Hendan konsertin verður ólavsøkuaftan kl. 21.00.