Poppur og rokkur

kjallaragreinin

Stundum verður sagt, at listin endurspeglar tíðina, tá ið hon verður til. Og summi halda, at tað, ið verður skapað av list, gevur okkum eina hugmynd av ávísum tíðarskeiði við sínum sermerkta hugsanarhátti, áskoðan á, hvat ið er vakurt, samfelagsviðurskiftum, átrúnaði og so framvegis. Onnur halda, at listin, tá ið hon er best, í sjálvum sær er ikki tíðaravmarkað; tað er at siga, at hon er ikki bundin at ávísum tíðarskeiði, men hevur ein boðskap til allar tíðir.

Væl kann tað vera, at ymisku listagreinirnar siga menniskjum eitthvørt, og at tað er ikki tíðaravmarkað. Ið hvussu er fegnast mong um forna byggilist, tónleik, ið varð til fyri fleiri hundrað árum síðani, myndum og standmyndum frá forn- og miðøld. Somuleiðis eru fleiri, sum fegnast um skaldskap úr miðøldini og eldri, frásøgum og sjónleiki, sum fyrstu ferð vórðu borin fram fyri nøkrum ella fleiri øldum síðani.

Men spurningurin kann so vera, hvørt listaverkið ber fólki á okkara døgum sama boðskap, sum tað gjørdi fyrr; ella um nútíðarmenniskju uppfata myndina, sjónleikin, yrkingina ella tónleikin á sama hátt, sum fólk gjørdu, tá ið verkið varð evnað. Og tað man vera ivasamt, tí hvørt tíðarskeið hevur sína hugmyndafrøði ella sína fatan av bæði heiminum, vakurleika, átrúnaði og øllum teimum fjølbroyttu tættum, sum rínir við mannalívið í heild og við einstaklingin.

Fyri stuttum var sjónleikur eftir gitna bretska høvundin William Shakespeare sýndur í føroyskari týðing. Og júst hesin høvundur verður stundum nevndur »ódeyðiligur«, ella ? kanska minni hátíðarliga ? høvundur, ið hevur einhvønn boðskap at bera øllum tíðarskeiðum. Eisini nútíðini. So ivast summi í, hvørt tað man vera sami boðskapur, listaverk hansara bera teimum ymisku tíðarskeiðunum. Samtíðarmaður Shakespeares, bretska skaldið Ben Jonson, sum annars ofta fanst at sjónleikunum, skrivaði kortini, at hann »var ikki fyri eitt tíðarskeið, men fyri allar tíðir«.

Tó skerst ikki burtur, at hvørt ættarlið hevur sínar hættir at bera fram kenslur, hugsanir, áskoðanir og annað, ið hildið verður hava týdning. Og júst hetta er kanska tað, ið flestu okkara meta sum list ? í víðasta týdningi orðsins. Nevniliga hetta at evna eitthvørt, sum nøktar stremban okkara eftir at uppliva okkurt fagurt, vakurt og kanska eisini sjáldsamt ella spennandi. Onnur allýsa fyribrigdið »list« øðrvísi, eitt nú sum skilbundnu ella hegnigu nýtsluna av skapanarevnum menniskjunnar.

Einki er at taka seg aftur í, at seinastu áratíggjuni í stóran mun hava verið merkt av nýggjari tónlist, ið serliga hevur snúð sær til ávísan aldursbólk og fingið alsamt vaksandi undirtøku í yngra ættarliðnum. Hesin tónleikur tók seg av álvara upp, tá ið nýggj tøknifrøði varð tøk, eitt nú útvarp, sjónvarp, plátur, ljóð- og seinni sjónbond, ljómfløgur og so framvegis. Her verður ikki nomið við, hvat elvdi til hvat; bert hetta, at tøknifrøðin slóðaði fyri hópframleiðslu, einum veruligum ídnaði, av nýggju tónlistini. Og at hendan framleiðsla síðani við rúkandi ferð hevur gingið sína sigursgongd um allan heimin.

Í Føroyum tók hetta tónleikaslag seg upp næstan beinan vegin, tað kom fram, nevniliga í 50árunum. Tá stungu sokallaðir skiffle-bólkar og poppbólkar seg upp bæði í Havnini og seinni aðrastaðni við. Orsøkin til, at hendan listagrein at kalla beinan vegin rein við her í oyggjunum var óivað, at bretska útvarpsstøðin Radio Luxembourg helst var tann støð, sum flestu ungfólk lurtaðu eftir tá. Og har hoyrdust øll tey nýggjastu løgini, sum so vórðu tikin upp á band og endurspæld her ? annaðhvørt á enskum ella í føroyskari týðing.

Seinni hava ung tónleikafólk í størri mun sjálv gjørt bæði orð og løg til tað, bólkar teirra hava ført fram. Sum heild munnu tey flestu ásanna, at úrslitini hava verið stak góð, hóast móttøkan ? sum vera man ? hevur verið misjøvn. Men soleiðis hevur altíð verið. Summi argast av tí nýggja, sum borið verður fram; og nøkur eru, sum enntá ilskast. Einki nýtt er í hesum; ikki er neyðugt at nevna øll tey skøld, allar teir myndlistamenn, allar teir høvundar, sum hava argað fólk í samtíðini, men sum seinni hava verið viðurkend av øllum. ? So dómur samtíðarinnar er ikki altíð so eftirfarandi, tá ið samanum kemur; serstakliga ikki, um nomið verður við eym ella nøsk evni, sum fá vilja kennast við, og nógv halda vera óhóskandi og óvandaligt.