Nógv eru tey, ið hava verið framvið hjá Conrad á J.C Svabosgøtu, síðan tað lat upp í 2017. Har hevur verið møguligt at fáa sergjørdar kyllingapakkar, umframt dagsins rætt, og sigast má, at konseptið hevur verið rættiliga populert.
Men næsta fríggjadag fer Conrad í søguna. In.fo hevur fregnast og spurt, hvussu tað ber til, at lykilin skjótt verður snaraður fyri síðstu ferð.
- Eg undirmetti, hvussu bundið tað er at reka eittmans fyritøku, sum er opin hvønn dag mán-fríggjadag. Fíggjarliga hevur tað gingið væl frá fyrsta degi. Vit hava fleiri fastar kundar, og nøgdsemið er í topp. Men aftaná 30 mánaðir ynski eg at hava meira tíð til familjuna, sigur Heini Lassen, eigari, sum hevur sett alla útgerðina til sølu í dag.
- Vónandi hevur onkur hug at reka konseptið víðari, sigur hann.
##med2##