Portugisi ákærdur fyri at lúgva um aldurin

Fleiri vilja vera við, at 18 ára gamli Renato Sanches í veruleikanum er 23 ella 24 ára gamal.

Innanfyri seinast árið hevur bert 18 ára gamli Renato Sanches tikið stór fet í altjóða fótbóltsheiminum. Í oktober í fjør spældi hann sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Benfica, og síðani hilnaðist tað honum somikið væl, at hann 25. mars í ár spældi sín fyrsta dyst fyri portugisiska landsliðið. Krúnan á verkinum kom í mai, tá ið hann varð seldur til Bayern München fyri heili 260 milliónir.

 

Í hesum døgum er bert 18 ára gamli tannáringurin í Fraklandi og luttekur í EM-endaspælinum fyri Portugal. Renato Sanches skoraði málið hjá Portugal farna hóskvøld í fjórðingsfinaluni ímóti Pólland. Ein dystur, ið endaði 1-1 eftir vanliga leiktíð, men sum Portugal vann eftir brotssparkskapping. 

 

Men nú verður ivi sáddur um, um Renato Sanches veruliga er 18 ára gamal.

 

Orsøkin til ivan um aldurin hjá myrka portugisanum er, at føðidato hansara varð ikki skrásett fyrr enn í 2002 - fimm ár eftir, at hann var føddur. Foreldrini hjá Sanches fóru frá hvørjum øðrum stutt eftir, at drongurin varð føddur - pápin flutti til Frakland, og tað tók heili fimm ár at skráseta føðingardagin hjá Renato Sanches, sum er 18. august 1997.

 

Fleiri ferðir hava røddir úr arvafíggindanum hjá Benfica, Sporting, skuldsett leikaran fyri at vera eini fimm ár eldri enn tað, ið hann er skrásettur sum.

 

Tann seinasti at ákæra Sanches fyri at vera eldri enn 18 ár er fyrrverandi franski venjarin, Guy Roux.

 

- Sanches sigur, at hann er 18 ára gamal, men eg haldi, at tað er neyðugt at hyggja eftir fortíðini hjá honum. Har eru falskar upplýsingar. Føðingardagur hansara varð fyrst skrásett fleiri ár eftir føðingina. Eg haldi, at hann er 23 ella 24 ár. Men kortini er hann sera góður, sigur Guy Roux sambært rumenska Dolce Sport.

 

Tað skuldi tó ikki verið nakar ivi um, at sannleikin er, at Renato Sanches er 18 ára gamal. Ein portugisisk avís hevur áður kannað málið og skjalprógvað, at føðingardagur hansara er 18. august 1997. 

 

Fyrrverandi felagið hjá Sanches, Benfica, hevur eisini kannað leikaran og kom eisini til ta niðurstøðu, at Renato Sanches er 18 ára gamal og ikki eldri enn tað.