Reiðaríið Thor í Hósvík og grønlendska heimastýrið og Royal Greenland hava avtalað, at Poseidon, sum herfyri kom til Føroya úr Kyrrahavinum, skal fara á royndarveiðu eftir pelagiskum fiskasløgum í 2 til 3 mánaðir. Avtalan snýr seg um, at Poseidon skal royna eftir makreli, rossamakreli, sild og gulllaksi norðan fyri 66 gradir í Eysturgrønlandi. Skipið fer til Grønlands í næstum. Hetta frættist frá keldum á oljuráðstevnu í Stavanger nú um dagarnar.
Sum skilst hava grønlendingar tikið hetta stigið fyri at tryggja sær søgulig rættindi sum strandaland, um pelagiskur fiskiskapur tekur seg upp í Eysturgrønlandi. Tað eru hesi rættindi eitt føroyskt reiðarí nú skal til at hjálpa grønlendingum við. Sjálvir hava grønlendingar eingi skip, sum kunnu royna eftir pelagiskum fiski í Eysturgrønlandi, og tí kemur tað væl við hjá teimum, at Poseidon er til taks til royndarveiðu.
Sambært avtaluni skal Poseidon fyrisbils veiða 8000 tons. Thor tekur við hesum ein stóra váða á seg, um einki er til at pelagiskum fiski í Eysturgrønlandi. Hinvegin, gongst væl, so eru skaptir møguleikar fyri framtíðar samstarvi millum Thor og Royal Greenland.
Enn veit man lítið og einki um møguleikarnar at fáa pelagiskan fisk í Eysturgrønlandi. Fyrr hevur avmarkað veiða verið eftir lodnu og sild. Stórur makrelur er annars veiddur beint hinumegin íslendska markið. So vónirnar eru góðar, at til ber at raka við eitt nú makrel. Nógv er til av kongafiski og toski í Eysturgrønlandi, og tað skuldi merkt, at her er nokk til av føði.
Keldan Portalurin hevur tosað við sigur, at Poseidon og Athena, sum í løtu innfrysta markrel frá føroyskum skipum í føroyskum sjógvi, fara til Vesturafrika seinast í hesum árinum. Men um so er at tað fer at ganga væl í Grønlandi er eisini møguleiki fyri at víðka um royndarveiðuna har. Ætlanin er møguliga, at Fønix, sum Thor herfyri keypti, fer við sum hjálparskip til Grønlands. 120 mans eru við Poseidon, føroyingar á brúnni og í maskinrúminum og annars russar, kinverjar og peruvianar.