Pól Andrias Joensen, stjóri á brennistøðini hjá IRF segði herfyri við Kringvarpið, at tey hava ikki møguleika at tøma plastikkpakkarnar frá Posta, sum vit fáa mánakvøld og mikukvøld við lýsingum og ókeypis lýsingarbløðum. Hann segði, at eini 1.600 slíkir pakkar fara beinleiðis í skell uttan at verða lætnir upp.
Um vit gita, at støðan er nøkulunda tann sama í Havn, so fer ein stórur partur av lýsingunum og ókeypis lýsingarbløðunum beinleiðis í skrell uttan at fólk yvirhøvur hava latið pakkan upp – kanska eini 3-4.000. So eru eisini tey, sum lata pakkan um – men ikki lesa alt.
Henda lítla kanningin hjá Kringvarpinum vísir, at tað snýr seg ikki bara um at koma út í hvørt hús við reklamum og teimum bíligu ókeypis reklamubløðunum. Hetta er nakað, sum lýsarar við respekt fyri sær sjálvum og sum hugsa í málbólkum eiga at hava í huga – og nakað sum marknaðardeildirnar á dagbløðum sum eitt nú okkara blað eiga at gera sær dælt av!