Hósdagin letur gamla posthúsið í miðbýnum í Havn upp í nýggjum hami. Í hesum sambandi verður boðið til kaffi og kransakøku millum kl. 9 og 11. -Vælkomin á posthúsið í Miðbýnum. Vit bjóða kaffi og kransakøku hósdagin 25. mars frá kl. 09.00 til 11.00 í sambandi við, at posthúsið letur upp aftur. Hetta eru góðu boðini frá posthúsleiðsluni, nú ?Gamla? posthúsið í høvuðsstaðnum hevur verið stongt í fleiri mánaðir.
Í tíðindaskrivi stendur, at nú letur posthúsið í Miðbýnum upp aftur við nýggjum tænastum. Í hesum sambandi verður móttøka, har øll eru vælkomin og har greitt verður frá um nýggju PostTøkuna og kurértænastuna.
Avgreiðslutíðirnar eru hesar:
mánadag - fríggjadag kl. 09.00 - 16.00
hósdag 09.00 - 18.00