Posthús verður til mentanarhús

Høvi verður hjá Norðoya Listafelag, Tónlistaskúlanum og Klaksvíkar Sjónleikarafelag at húsast í bygninginum.

Í dag klokkan 15 verður almenn móttøka á Posta í Klaksvík í samband við, at ”Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík", sum er sjálvstøðugur grunnur, hevur yvirtikið bygningin hjá Posta á Klaksvíksvegi 2.

 

Grunnurin hevur fingið byrjunarpening frá Klaksvíkar býráði.

 

Norðoya Listafelag, Tónlistaskúlanum og Klaksvíkar Sjónleikarafelag stendur í boði at húsast í bygninginum. Tó halda Posta og Heilsutrygd fram í húsinum í eini rímiligari skiftistíð.

 

Í sambandi við móttøkuna hevur Norðoya Listafelag sett upp eina lítla listaframsýning til høvið.

 

Á tiltakinum í dag fara næmingar frá Tónlisatskúlanum at spæla, og umboð fyri Klaksvíkar Sjónleikarafelag fara at framføra brot úr leiki.

 

Við móttøkuna í dag fara Joel undir Leitinum, stjóri á Posta og Signhild V. Johannesen, forkvinnan í “Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík” at skriva undir keypið, og tey bæði fara at halda røðu.

 

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim, fer eisini at siga nøkur orð.

 

Boðið verður til ábit, eins og okkurt verður at leska sær við.

 

Móttøkan byrjar sum nevnt klokkan 15, og klokkan 16.15 verður høvi hjá fólki at siga nøkur orð.

 

Myndin er av Sighild V. Johannesen, sum er forkvinna í "Grunninum Mentanarhús í Klaksvík".