Í morgun var søgan úr Sarpugerði, at Ólavur Mikkelsen er nýggjur hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen, sum venur besta liðið hjá Víkingi. Ólavur Mikkelsen avloysir Rasmus Nolsøe, sum er givin í Víkingi.
Ólavur Mikkelsen hevur tvey tey seinastu árini vant næstbesta liðið hjá Víkingi, sum bæði í 2021 og 2022 vann silvur í 1. deild.
Nú boðar Víkingur frá, hvør verður nýggjur venjari hjá næstbesta liðnum. Tað er Poul N. Poulsen, sum er vágbingur og búsitandi á Skála. Hann spældi í síni tíð við barndómsfelagnum, og síðani hann gavst av spæla hevur hann verið venjari, bæði á Skála og tvey tey seinastu árini hjá besta kvinnuliðnum hjá NSÍ, sum bæði í 2021 og í 2022 endaði næstfremst í landskappingini. Í 2021 vunnu NSÍ kvinnurnar við Poul N. Poulsen á odda steypafinaluna 4-2 ímóti HB.