Poul Michelsen følir seg útspiltan

Hann heldur seg duga á at skyna, hvat er moralur og hvat er valagn

– Eg taki hetta sum ”eina regulera útspilling”!

Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, var óvanliga hvassorðaður, nú løgtingið viðgerð eitt uppskot frá honum um, at løgtingslimir skulu sjálvir rinda sína eftirløn, akkurát sum øll onnur.

Eisini landsstýrisfólk rinda nú sína egnu eftirløn og Poul Michelsen heldur, at løgtingið eigur at ganga somu leið.

Samstundis heldur Poul Michelsen, at skattafría kendurgjaldið, tingmenn fáa fyri at ferðast ímillum bústaðin og øgtingið, skal at samsvara við veruliga kostnaðin, tingmenn hava av at røkja sítt tingarbeiði - og tað skal ikki vera skattafrítt.

 

Men hetta eru tinglimir úr samgonguni ikki serliga heitir fyri – í hvussu so ikki er beint nú.

Tinglimir í samgonguni halda, at hetta er einki uttan valagn. Og teir halda eisini, at verða broytingar gjørdar nú, beint uppundir eitt løgtingsval, er vandi fyri, at broytingarnar fara ikki at vera sakligar, men fara at verða merktar av valagni.

 

Serliga Bill Justinussen, tinglimur fyri Miðflokkin, undraðist á, at eitt slíkt uppskot kemur frá tí royndasta politikarunum av øllum.

– At leggja eitt slíkt uppskot fyri Løgtingið, plagar at vera ein tann fyrsti ”brølarin”, nývaldir tinglimir gera, sigur Bill Justinussen.

– Tað er øgiliga lætt at tekkjast veljarunum við at leggja uppskot fyri løgtingið um at tinglimir skulu hava verri løn, heldur Bill Justinussen.

 

Hetta fall rættiliga Poul Michelsen fyri bróstið.

– Eg havi verið tingmaður síðani 1984 og eg taki tað sum eina ”regulera” útspilling, at eg ikki skal duga á at skyna, hvat er moralur og, hvat er valagn, sigur Poul Michelsen.

 

Hann vísir á, at uppskotið hann hevur lagt fram er í samsvari við tað, Løgtingið sjálvt hevur ætlað, men tá ið einki hendi, leggur hann tað fram sjálvur.

Poul Michelsen sigur, at tá ið løgtingið broytti lønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkum, var endamálið, at viðurskiftini hjá løgtingslimum skuldi eisini broytast, so at tað samsvaraði við skipanini, landsstýrisfólkin hava.

 

– Eg bara minni tykkum á tað, tit sjálvi hava ætlað, sigur Poul Michelsen. Eg eri elsti maður á løgtingi og eg tilskili mær rætt til at minna tykkum yngru á, hvat tit sjálvi hava sagt.

Og tá ið tit hava boðað frá nøkrum, eiga tit eisini at gera, sum tit hava boðað frá, sigur tingmaðurin fyri Framsókn.

 

Poul Michelsen heldur, at tað eigur at vera ein grundregla, at øll rinda skatt av tí, tey fáa og tí eigur øll samsýning, løgtingslimir fáa eisini at vera skattskyldug. 

– Hetta er ikki valagn. Hetta er bara at minna tykkum á tað, til sjálvi hava lovað. Og løgtingið eigur at gera tað, sum er rætt – eisini tá ið tað nærkast løgtingsvali, sigur Poul Michelsen.

Hann heldiur at álopið já BIll Justinussen er eitt tekin um ringa samvitsky yvir ikki ath hava livið uppskotið.

 

- Hetta snýr seg ikki um at lækka lønina, hetta snýr seg um at hava eina tíðarhóskandi skipan. hetta snýr seg um, at vit skulu rinda okkara egnu eftirløn, akkurat, sum øll onnur, og hetta snýr seg um, at vit skulu ikki hava nakrar skattafríar ágóðar.

Poul Michelsen leggur afturat, at eitt úrslit av tí kann eisini vera, at tingmenn fara upp í løn. Men afturfyri fáa serviðgerð í samfelagnum, men verða viðgjørdir sum allir aðrir skattaborgarar og tað heldur hann, er ikki annað enn rímiligt.