Poul Michelsen í 40 ár

Tað eru 40 ár síðani, at heilsølan Poul Michelsen byrjaði sítt virksemi í kjallaranum hjá Poul og Sólrun Michelsen í Gundadali í Havn

– Tað er nokkso løgið at hugsa sær, at tað longu eru 40 ár síðani, at Sólrún og eg settu okkara egna heilsøluvirksemi á stovn heima í kjallaranum í Gundadali – og mangan í stovuni og køkinum við.

 

Soleiðis sigur Poul Michelsen, maðurin handan fyritøkuna P/F Poul Michelsen, sum fríggjadagin hátíðarhelt, at 40 ár eru liðin, síðani fyritøkan varð sett á stovn. Tað var gjørt við stórari móttøku í heilsølubygninginum við Hoyvíksvegin í Havn.

 

Tað var í 1974, at Poul Michelsen og konan Sólrun stovnaðu fyritøkuna, sum fyrstu fimm árini helt til í heiminum í Gundadali. Í 1979 varð fyrsti parturin av bygninginum við Hoyvíksvegin bygdur.

 

– Hóast tað viðhvørt hevur staðið á, so hava vit hvørt einasta ár megnað at havt avlop, eins og upplivingarnar og minnini hava verið góð og rík. Vit hava tí nógv at takka mongum fyri – bæði dugnaligum og nærløgdum starvsfólkum, trúgvum viðskiftafólkum og hollum samstarvsfeløgum uttanlands eins væl og í Føroyum. Stóra tøkk skulu tit øll somul eiga, sigur Poul Michelsen.

 

Umframt Poul Michelsen, so er Gunnar Mohr eisini stjóri í P/F Poul Michelsen. Gunnar Mohr byrjaði sum blaðungur í fyritøkuni í 1979.

 

Trýst á myndina fyri at síggja luftkykmynd, sum Johnny Gaard hevur gjørt.