Eik vann í morgun bæði sakarmálini um »tryggu virðisbrøvini«, sum Kaupthing seldi í Føroyum. Tað er niðurstøðan í dómi, sum fall í Landsrættinum.
Tveir dómar eru fyrr feldir í Føroya Rætti. Poul Michelsen vann í sínum máli, tí Føroya Rættur dømdi Eik Banka at endurrinda honum 318.000 krónur, tí Eik Banki ikki ávaraði hann, tá Lehamnn Brothers var farin at ridla og seinni fór á heysin. Men hendan dómin hevur landsrætturin broytt soleiðis, at Eik Banki vann, og Poul Michelsen fær einki endurgjald.
– Landsrætturin staðfestir, at Lehmannbankin var høgt rataður á sumri í 2008, sjálvt um bankin fór á heysin seinni, tí er ikki talan um skeiva ella villleiðandi ráðgeving, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur hjá Eik Banka.
Hin málið er sakarmálið, sum Sólborg Dulavík tapti í Føroya Rætti. Tann dómin kærdi hon til Landsrættin, og har fekk hon heldur ikki viðhald.
– Her staðfestir Landsrætturin, at Eik Banki hevur ikki ábyrgd av tí ráðgeving, sum bleiv veitt av Kaupthing Banka, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen.
Soleiðis vann Eik Banki bæði málini, sum snúgva seg um endurgjald fyri tey sonevndu »tryggu partabrøvini«, sum Kaupthing seldi føroyingum.
Landsrætturin dømdi harumframt Poul Michlesen og Sólborg Dulavík at rinda sakarkostnaðin, sum í báðum førum er 58.000 krónur.