Poul N. Poulsen skiftir til B68

Poul N. Poulsen fer í komandi fótbóltsári at spæla við B68. Tað skrivar Dimmalætting. Sáttmálin er galdandi í eitt ár.

22 ára gamli vágbingurin skifti í 2006 til Skála, men nú liðið ikki er í Formuladeildini longur, fer hann at royna seg á Toftum.

Poul N. Poulsen hevur seinastu tíðina verið nýttur í miðverjuni, men hevur áður eisini spælt á miðvøllinum.