Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, ger nú sína seinastu roynd at fáa ísraelsmenn og palestinar at taka friðartingingarnar uppaftur.
Powell kom til Ísraels sunnudagin, og sambært ísraelska blaðnum Haaretz fer hann at leggja trýst á ísraelsku stjórnina fyri at fáa hana at taka herin úr býunum á Vestara Áarbakka, áðrenn palestinar skulu velja nýggjan forseta í januar. Eitt annað krav er, at ísraelski herurin skal taka fleiri vegabyrgingar niður, og at ymsar ísraelskar avmarkingar í teimum palestinsku økjunum skulu setast úr gildi. Palestinasku leiðararnir sleppa heldur ikki undan krøvum. Sum skilst fer Powell at krevja, at teir skulu fara harðari fram ímóti teimum víðgongdu bólkunum.
Kanningar í teimum palestinsku økjunum hava víst, at nógvir palestinar vilja hava Marwan Barghouti at taka við sum forseti eftir Yasser Arafat. Trupulleikin er, at Barghouti situr í fongsli í Ísrael, men sambært amerikonskum tíðindastovum hava palestinsku myndugleikarnir biðið Colin Powell gera sítt til, at hann verður latin leysur. Marwan Barghouti var ein av leiðarunum í Fatah-felagsskapinum og er nógv betur umtóktur ímillum palestinar enn eitt nú Ahmed Qurie, forsætisáðharri.
Tað ljóðar annars, at teir palestinsku leiðararnir eru misnøgdir við, at amerikanska stjórnin hevur slept tankanum um at stovna eitt palestinskt ríki næsta ár, soleiðis sum tann uprunaliga ætlanin var. Áðrenn hann fór úr Washington, segði Powell, at ætlanin er at stovna tað palestinska ríkið, so skjótt tað letur seg gera.