Í vikuskiftinum vórðu prógv handað teimum, sum hava luttikið í sonevnda B1 venjaraskeiðnum. Skeiðið fevnir um 40 tímar, og luttakararnir hava verið á skeiði 4. og til 6. februar og so aftur nú 19. og 20. februar. Skeiðið gevur rætt til at taka lut í B2 venjaraskeiðnum.
Luttakararnir á skeiðnum vóru hesir: HB (7) Ingi Rasmussen, Niels Pauli Jacobsen, Debes Bech, Ingolv Gunnarson, Egil D. Jacobsen, Áki Johansen og Andras K. Thomassen. EB/Streymur (5): Knút Vesturtún, Sorin Anghel, Høgni Hansen, Rólant Waag Dam og Hallur Jacobsen. LÍF (3): Magnus Skoralíð, Terji Lervig og Petur Lervig. Royn (2): Róin Schrøter og Jákup Midjord, KÍ (2): Sylvan Jacobsen og Finn Egilsson. Eyðun Dalsgarð, AB, Julian Johnsson, B68, Finnur Helmsdal, MB, og Edmund Joensen, NSÍ.
Skeiðleiðarar vóru Hans Mourits Foldbo og Eli Hentze.
Frá 11. og til 13. mars verður skipað fyri málmansvenjaraskeiði. Teir tríggir, sum fara at standa fyri tí skeiðnum, eru landsliðsmálverjararnir báðir, Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen, og so Jógvan Martin Olsen.