Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at uppflytararnir á Toftum vóru eitt av fremstu boðunum uppá lið at flyta niður.
Í dag setti toftamenn punktum fyri hetta kappingarárið, og tað var vorðið sum punktum. B68 vann 1-0 á útivølli ímóti EB/Streymi, og nú kappingin er liðug, vísir stigatalvan, at B68 hevur 25 stig, og at B68 er níggju stig frá níggjunda plássi og niðurflytingini.
Fýra av teimum, sum hava verið lyklaspælarar, vóru ikki millum teir fyrstu ellivu hjá B68. Ein var málverjin Rói Mørk Hentze, sum ikki var á listanum, og so vóru tað Esmar P. Clementsen, sum hevur verið sentralur í álopspartinum, Lukasz Cieslewicz, sum hevur verið týdningarmikil at binda liðið saman, og so superveteranurin Jann Ingi Petersen, sum hevur verið sera eyðsýndur á verjukenda miðvøllinum. Teir vóru allir á beinkinum.
Esmar P. Clementsen varð skiftur inn dygst undan steðginum, og Jann Ingi Petersen varð skiftur inn tíggju minuttir eftir steðgin.
Tá ið tað restaðu tíggju minuttir, og støðan framvegis var málleysur javnleikur, sá Tonni J. Thomsen gula kortið fyri aðru ferð, og so var B68 undirmannað síðstu løtuna.
Kortini eydnaðist tað B68 at vinna. Sigursmálið varð skorað í 90. minutti, og tað vóru innskiftararnir, sum tóku sær av málinum. Jann Ingi Petersen átti uppleggið, og Esmar P. Clementsen skoraði fyri triðju ferð í ár og annan umfarið á rað.
EB/Streymur og B68 vunnu 25 stig, men EB/Streymur hevur betri málmun og endar á sjeynda plássi, meðan B68 endar á áttanda plássi.