Prestar koma og prestar fara

Ikki færri enn fimm nýggir prestar og ein dómpróstur skulu setast í starv og innsetast hesar komandi dagarnar og vikurnar. Onkrir eru longu settir, meðan avgerð væntandi fellur um trý prestastørv hesa vikuna. – Øll størvini verða sett frá 1. februar í ár, hevur Jógvan Fríðriksson, bispur áður boðað frá

Prestar

Snorri Brend

[email protected]



Kirkjan: Tey nývaldu kirkjuráðini vóru ikki meiri enn farin til verka í desember, tá fyrsta stórmálið kom til viðgerðar.

Í samfull hálvtriðja ár er eingin prestur settur í fast starv, men nú vóru øll viðurskifti greið, soleiðis at hetta kundi verða avgreitt við ikki færri enn seks størvum kring oyggjarnar.

Hesa tíðina hava skiftandi prestar røkt hesi størvini, men nú hava hesi – og onnur við – fingið møguleika at søkja um fast starv í Suðurstreymoy, Norðstreymoy, Norðoyggjum og á vestara armi á Skálafjørðinum.


Longu nú er greitt, at Ann Dahl Hansen er sett sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi, saman við Una Næs sum eisini skal virka her, umframt starv sítt sum dómpróstur.


Somuleiðis er greitt, at kirkjuráðini í Norðoya Vestara Prestagjaldi hava sett Hanus á Gørðum í starv, og verður hann eftir ætlan innsettur í hetta starvið komandi sunnudag.

Hanus hevur verið fyribils settur í starvinum eitt skifti, men er nú vorðin sóknarprestur hjá íalt 5000 fólkum í Árnafjarðar, Kunoyar, Klaksvíkar, Húsa og Mikladals kirkjusóknum.



Væl røkt størv


Tað hevur tikið sína tíð at fáa øll hesi viðurskiftini í rættlag. Og tá nú endiliga skuldi verða, skuldi alt avgreiðast eftir fáum døgum ella vikum.


Støðan er hon, at seinastu 2-3 árini er eingin prestur settur í fast starv. Síðani ólavsøku í 2007 hava prestar bara verið settir í fyribils størv fyri styttri tíðarskeið.


Eitt dømi um hetta er starvið sum sóknarprestur í Hvalba, sum símun P. Jacobsen hevur røkt í eitt ávíst áramál. Í løtuni er støðan hon, at fyribilssetta starvssetan hansara er at enda komin í Suðuroyar Norðara Prestagjaldi. Áðurnevnda Ann Dahl Hansen hevur eisini virkað sum fyribils settur prestur í Suðurstreymoy í eina tíð.


Eftir drúgvar samráðingar hendi tað – fyri føroysku fólkakirkjuna gleðiliga – frambrotið, at Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið skrivaðu undir ein sáttmála, soleiðis at viðurskiftini hjá prestunum komu í eina trygga legu.

Fyri Jógvan Fríðriksson, bisp og kirkjuligu myndugleikarnar annars hevur bíðitíðin uttan iva verið drúgv, og onkutíð hava tey helst eisini verið rættiliga ótolin. Men líkt er kortini til, at størvini hava verið væl røkt av teimum, sum fyribils hava mannað tey.


Hinvegin hevur bispur uttan iva kunnað staðfest, at hesa tíðina eru framstig hend á fleiri økjum, m.a. er nú gjørligt at seta tveir prestar aftrat í høvuðsstaðarøkinum – ein í vestara prestagjaldinum og ein í tí eystara.


Tað seinna starvið er longu sett, eins og starvið sum dómpróstur (sum eisini er at rokna sum sóknarpestur í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi) og sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi við heimstaði í Klaksvík.

Eftir at seta eru størvini í Sjóvar prestagjaldi, Norðstreymoyar prestagjaldi og í Suðurstreymoyar Vestara Prestagjaldi.

Sum skilst verða fundir at innstilla hesar tríggjar prestarnar hildnir komandi leygardag.



Kvinnuligir og mannligir prestar


Tað eru tey ymisku kirkjuráðini sum taka avgerð um, hvønn tey innstilla sum nr. 1, 2 og 3.


Hvussu hesin fundurin verður fyriskipaður er greitt sagt frá í tí rúgvusmikla lógarverkinum um uppgávurnar hjá kirkjuráðunum. Ein háttur at skipa hesar fundir er at kalla inn øll kirkjuráðini í prestagjaldinum á ein og sama fund.

Á hesum fundi er eisini Jógvan Fríðriksson, og ein av hansara uppgávum er at kunna limirnar í kirkjuráðunum um teir ymisku umsøkjararnar. Undan fundinum hava kirkjuráðini tó longu vitan um, hvørjir umsøkjararnir eru og ikki minst, hvat teir standa fyri.


Hinvegin er møguleiki hjá kirkjuráðunum at fáa nærri kunnleika til hetta, annaðhvørt við at bjóða umsøkjarunum á fund, fyri at læra viðkomandi betri at kenna, at hoyra hann prædika ella tey senda viðkomandi nakrar týdningarmiklar spurningar, sum tey fegin vilja hava svar uppá.


Eitt týdningarmikið evni í hesum umfarinum kann vera, hvørt presturin vil samstarva við bæði mannligu og kvinnuligu starvsfelagar sínar, um hesin vil víga fráskild, um hesin vil halda seg til liturgi’ina í kirkjuni og annað í tí sambandinum.

Men spurningar kunnu eisini vera av heilt øðrum slagi, t.d. um hvørjar ætlanir prestur hevur í arbeiðinum, um viðkomandi ætlar at skipa fyri serstøkum gudstænastum, hvussu hann hugsar sær undirvísingina fyri konfirmantum skipaða, hvørji skeið hann kundi hugsað sær at farið á, og kanska eisini um, hvussu viðkomandi fer at fyrihalda seg mótvegis fólki, ið ynskja t.d. dóp ella giftarmál.


Ein annar møguleiki er at kirkjuráðslimirnir sjálvir taka orðið og boða frá, hvønn umsøkjara sum tey persónliga halda vera tann rætta til at røkja kallið í prestagjaldinum.



Draga ella spjaða


Henda løtan, tá tann einstaki umsøkjarin er til umrøðu, er – ella kann verða – tann avgerandi fyri, hvør sum at enda verður innstillaður sum tann fyrsti.


Givið er, at hin einstaki limurin í kirkjuráðnum kann hava sín favoritt til starvið. Men ynskið hjá øllum er uttan iva, at tann setti presturin verður til gagns og gleði fyri kirkjuna og kirkjufólkið á staðnum.


Líka so vist er tað, at fólkakirkjan er opin og breið, og skal vera fyri alt fólkið. Tað er tí kanska mest her, at sjónarmiðini kunnu standa ímóti hvørjum øðrum:

Summi ynskja ein prest sum kann fevna um alt og øll. Summi vilja hava ein prest sum vil samstarva við kvinnuligur prestar. Summi vilja hava ein sum í prædikum sínum dregur fólkið nærri at Gudi. Summi vilja hava ein fólksligan prest. Summi ynskja ein prest sum ikki er fordømandi. Og summi ynskja ein prest sum er trúgvur ímóti siðum, liturgi’um, og sum annars er soleiðis sum ein prestur nú einaferð eigur at vera eftir teirra tykki.


Á einum slíkum fundi er frítt at tala og siga sína hugsan, og kann hetta taka sína tíð. Ein máti fyri at fáa stytta um fundin og fáa svar frá øllum umsøkjarunum ísenn, er snøgt sagt at bjóða teimum øllum á henda fundin.



Nr. 1, 2 og 3


Tá hesin parturin er liðugur fer bispur av fundi, og nú er upp til kirkjuráðslimirnar út frá tjakinum at innstilla tann prestin, tey ynskja sum fyrstvalda, um ein kann siga tað so.

Henda atkvøðugreiðslan er skrivlig og loynilig, og alt verður talt upp alment og undir eftirliti. Síðani verður sama mannagongd nýtt, tá nr. 2 og 3 skulu veljast.


Boðini um innstillingina verða síðani latin bispi so skjótt sum tilber, og er næsta stigið nú at hann handar innstillingina til Mentamálaráðið. Síðani er tað upp til landsstýriskvinnuna í kirkjumálum at útnevna prestarnar og seta teir í starv.

Seinasta punktið í hesi longu skrá er sjálv innsetingin av prestunum og dómprósti.


Sum longu nevnt er longu nú greitt, at Hanus á Gørðum verður innsettur sunnudagin, og at Uni Næss og Ann Dahl Hansen verða innsett 31. Januar. Ætlanin er somuleiðis at innseta prestarnar í embætini við Skálafjørðin og í Norðurstreymoy hinar báðar sunnudagarnar í hesum mánaðinum.


Tá hetta er gjørt mugu starvsfólkini á bispakontórinum beinanvegin fara undir sama arbeiðið einaferð aftrat: Greitt er longu nú, at prestastarvið í Fuglafirði er leyst, tí Uni Næs er vorðin dómpróstur. Og tað er somuleiðis greitt, at nýggjur prestur skal setast í Hvalvík, tí Mogens T. Petersen hevur boðað frá, at hann fer frá seinni í vár.


Og tað kundi meiri enn so borið á, at okkurt annað starvið aftrat verður leyst um stutta tíð!



Fyri seg



Citat 1

”Givið er, at hin einstaki limurin í kirkjuráðnum kann hava sín favoritt til starvið. Men ynskið hjá øllum er uttan iva, at tann setti presturin verður til gagns og gleði fyri kirkjuna og kirkjufólkið á staðnum.



Citat 2

”Summi vilja hava ein prest sum í prædikum sínum dregur fólkið nærri at Gudi. Summi vilja hava ein fólksligan prest. Summi ynskja ein prest sum ikki er fordømandi