Professari við nýggjari røktarfilosofi um demens-sjúku

Sálarfrøðingurin, Tom Kitwood, sum var professari við Universitetið í Bradford í Onglandi, hevur givið íblástur til at bøta um dygdina av umsorganini hjá fólki við sjúkuni, demens. Hann heldur, at tann sosial-sálarfrøðiligi parturin av røktini hevur stóran týdning fyri tann sjúka

Demens

Sonevnda Alzheimer-programmið hjá Evropanevndini hevur kunnað um eina nýggja røktarfilosofi, har vektin verður løgd á, at sjúklingurin við demens er høvuðsmiðdepilin. Í mun til traditionellu medisinsku uppfatanina, har tað ræður um at minka um sjúkueyðkennini, heldur Evropanevndin, at tað í størri mun snýr seg um at taka persónin og viðurskifti hansara í álvara og at vera árvakin um kenslur, ynskir og tørvir hjá sjúklinginum.
Nýggja rákið í demensrøktini gongur nevniliga tann vegin, at tað er av størri týdningi at finna hættir at vera saman við menniskjum við demens, enn tað er at finna loysnir sum minka um sjúkueyðkennini.
Sálarførðingurin, Tom Kitwood, sum var professari við Universitetið í Bradford í Onglandi, var stovnari og leiðari av Bradford Dementia Group árini 1992 til 1998. Hansara serligu áhugamál vóru at framhevja, at persónurin við demens kemur í fyrstu røð. Arbeiðið hjá Tom hevur givið íblástur til at bøta um dygdina av umsorganini fyri persónum við sjúkuni, demens. Somuleiðis legði hann stóran dent á tann sosial-sálarfrøðiliga partin av røktini.
Umsorganin, sum røktarstarvsfólk veita dementum, hevur stóran týdning fyri gongdina hjá tí sjúka.
Tom Kitwood kom til ta niðurstøðu, at tann góða demens-umsorganin byggir á ?
- at viðkenna persónin sum tann, hann er
- at upprunastøðið altíð eru ynskini og tørvirnir hjá tí sjúka
- at kunnleiki og áræði hansara altíð vil vera ein partur av persóninum
- at hann fær høvi at gera nakað av sær sjálvum og sleppur at greiða frá um seg sjálvan
- at tann sjúki fær sansalig upplivilsir, og at hann upplivir "hæddir" í gerandisdegnum
- at persónurin fær møguleika at hvíla seg og taka sær av løttum
- at viðurkenna tað veruliga við kenslum hansara og svara hesum aftur á einum kensluligum støði
- at kunna rúma og fevna persónin í psykologiskari merking
- at tann sjúki fær møguleika fyri at gera tað, hann fegin vil.
Demens-umsorganin skal syrgja fyri einum tryggum og góðum umhvørvi, soleiðis at tann sjúki fær mest møguligt burtur úr sínum resursum og trívist. Ikki minst skal umsorganin skapa karmarnar um, at henda støðan heldur fram.