Óprofessionellur landsstýrismaður

Landsstýrismaðurin við almannamálum noktar at úttala seg til Sosialin um mál, hann sum landsstýrismaðurin umsitur

Tá undirritaði í arbeiðsørindum hósmorgunin ringdi til landsstýrismannin við almannamálum, Páll á Reynatúgvu, at fáa nærri at vita um húsini, Almannamálaráðið hevur keypt til sambýli í Sandavági, noktaði landsstýrismaðurin at tosa við blaðmannin.
Grundgevingin var, at hann tosaði ikki við sínar egnu »bøðlar«. Undirritaði fekk ikki aðra frágreiðing enn hana, at um undirritaði blaðmaður fekk tað sum hann vildi, sat landsstýrismaðurin ikki har, hann situr í dag, segði Páll á Reynatúgvu.
Grundina til slíkt svar má undirritaði bara rokna seg fram til, og verður úrslitið, at landsstýrismaðurin er fornermaður um skriving í Sosialinum fyri árum síðani um keyp og sølu av fastari ogn millum Páll á Reynatúgvu, táverandi borgarstjóra á Sandi, og Sands Kommunu.


Edvard Joensen
blaðmaður
Sosialurin
Vága redaktión