Verjuskansin hjá B36, Odmar Færø, sum í gjár varð kosin ársins verjuleikari 2015, heldur ikki fram í felagnum. Hann fer til Skottlands at halda áfram við lesnaðinum, og tískil verður hann fyribils ikki at síggja aftur hjá meistarunum.
Hesum boðaði hann frá á tiltakinum í Perluni í gjár. Hann hevur áður lisið í Skottlandi, og tá - í 2014 - vendi hann heimaftur eftir summarsteðgin og endurvann sær plássið í miðverjuni.
Ein annar, sum eisini fer av landinum, er Kenan Hajdarevic hjá KÍ. Bosniski framherjin legði seks mál eftir seg í KÍ, nú Sosialurin veit at siga, at hann fer úr KÍ og Føroyum.