Meðan talið av hjúnaskilnaðum veksur í restini av Europa, fellur tað í Danmark. Danmark hevur dugað betur at laga samfelagið til familjurnar, sigur serfrøðingur Donsk hjún ganga móti streyminum í Europa. Meðan alt fleiri fara hvør til sítt í hinum europeisku londunum, er talið lækkandi í Danmark. Í fjør var triðja árið á rað, at talið fall. 14.066 pør fóru hvør til sítt, ella 1,9 prosent færri enn árið fyri. Í restina av Europa er talið hækkandi.
Roknað verður við, at umleið annaðhvørt hjúnalag endar við skilnaði, og í summum londum eru tølini nógv vaksandi. Eitt nú hevur vøksturin í Spania verið upp á 75 prosent síðani 1993, meðan í Belgia er talið tvífaldað.
? Lìkt er til, at Danmark er undangonguland í Europa, sigur professari dr.phil. Per Schultz Jørgensen, fyrrv. formaður í Børnerådet.
- Danmark og Svøríki hava vanliga gingið á odda í mun til familjubroytingar í Europa. Til dømis er nógvar kvinnur og mammur á arbeiðsmarknaðinum, og tær hava eisini høgar útbúgvingar. Danskar og Svenskar familjur finna nú eitt ávíst støðufesti við einum nýggjum familjumodelli, sum er lagað til nýggja samfelagið. Samstundis er restin av Europa framvegis mitt í broytingunum, sigur Per Schultz Jørgensen við Kristeligt Dagblad.
Hann sigur eisini, at familjan eigur at vera trygga akkerið í eini verð, har dyrkanin av einstaklinginum er ein euforisk eydnuveiðu.
- Hetta hevur norðurlendski protestantiski staturin dugað betur at handfara enn tey katólsku londini sunnanfyri, heldur hann.