Sjónleikarin gjørdist óivað kendast fyri leiklutin sum Sybil Fawlty í sjónvarpsrøðini Fawlty Towers, har hon leikti saman við John Cleese.
Hóast mong kenna hana frá røðini Fawlty Towers, ið á donskum kallaðist Halløj på Badehotellet, Rumbul á Gistingarhúsinum á føroyskum, so hevði hon eina nærum 70 ára langa yrkisleið innan leik.
Hin var gift Timothy West, ið eisini var sjónleikari. Tey vóru gift í 61 ár. West doyði í 2024, 90 ára gamal.
Prunella Scales gjørdist 93 ár og andaðist í heimi sínum í London.












