Prutl koyrdi meira enn 70 kilometrar um tíman

Tá eitt lítið prutl í Suðuroy varð tikið inn til kanningar, vísti tað seg, at prutlið kundi koyra 71,4 kilometrar um tíman á rullufjølini.

Løgreglan steðgaði prutlinum, tí illgruni var um, at tað var »bygnaðarliga broytt«, ella »tunað«, sum fleiri vildu sagt.

 

Kanningin váttaði illgrunan. Á rullufjølini varð ferðin máld til 71,4 kilometrar um tíman, hóast lítil prutl ikki eru bygd ella góðkend til so høga ferð. Eitt lítið prutl skal ikki kunna koyra meira enn 30 kilometrar um tíman.

 

Førarin hevði aldur til at koyra prutl, men løgreglan metir prutlið vera sera vandamikið í hesum standinum.

 

Løgreglan heitir á foreldur um at ansa eftir, um prutlini hjá børnunum eru broytt soleiðis, at tey kunnu koyra skjótari enn loyvt er.