Tvær fyrru fjórðingsfinalur í Champions League hava verið í kvøld. Kylian Mbappé skoraði tvær ferðir, tá PSG vann 3-2 í eini endurtøku av finaluni frá í fjør, móti Bayern Munchen. Chelsea vann 2-0 á FC Porto.
Bayern Munchen – Paris Saint Germain 2-3 (1-2)
0-1 Kylian Mbappé, 3
0-2 Marquinhos, 28
1-2 Eric Maxim Choupo-Moting, 37
2-2 Thomas Muller, 60
2-3 Kylian Mbappé, 68
Tað var hendingaríkt, spennandi og málríkt, tá Paris Saint Germain fekk sín hevnd fyri tapið í finaluni í fjør. Longu aftaná tríggjar minuttir skoraði Kylian Mbappé eftir upplegg frá Neymar. Tá ein lítil hálvur tími var spældur økti Marquinhos, tá verjan hjá Bayern Munchen gloymdi at verja. Brasilski miðverjin mátti fara av vøllinum stutt seinni við skaða.
Bayern Munchen svaraði aftur bæði fyri hálvleiki, og eftir hálvleik. Fyrst stútaði Eric Maxim Choupo-Moting eitt frálíkt innlegg í mál, og tá ein tími var spældur javnaði Thomas Muller, eftir enn eitt framúr innlegg. Hesa ferð eftir fríspark.
Seinasta hálva tíma trýsti Bayern Munchen PSG aftur í egnan brotsteig, men tað vórðu gestirnir úr París, sum skoraðu. Aftur var tað Kylian Mbappé, sum skoraði eftir góða dribbling í vinstru. Seinastu minuttirnar stóðu spælararnir hjá Bayern Munchen í kø, fyri at skjóta bóltin í málið, men tað endaði við sigri til PSG.
FC Porto – Chelsea 0-2 (0-1)
0-1 Mason Mount, 32
0-2 Ben Chilwell, 85
Chelsea greiddi sín setning og vann 2-0 á FC Porto. Dysturin bleiv spældur í Sevilla í Spania. Mason Mount legði Chelsea á odda í fyrra hálvleiki, og fimm minuttir fyri tíð staðfesti Ben Chilwell sigurin. Chelsea var favorittur at vinna uppgerðina áðrenn í dag. Nú er eru teir risafavorittar.