Í gjár fall avgerðin um gullið í hollendsku fótbóltskappingini, og endin var, at PSV úr Eindhoven vann meistaraheitið. AZ Alkmar lá best fyri og kundi sjálvt avgera alt, men liðið tapti 3-2 á heimavølli. Ajax lá síðani til at vinna gullið, og við einum 2-0 sigri á Willem II lá liðið úr Amsterdam best fyri. Men so kom PSV sum eitt skot og vann heili 5-1 í sínum dysti. Endin var, at PSV vann meistaraheitið við einum máli betri enn Ajax í málmuninum.