Psykolog-hjálp til valevnini

Hvussu hava valevnini tað í hesum døgum, og hvussu kunnu tey vrakaðu fólkini takla eitt niðurlag leygardagin. Morgunsendingin á Rás 2 tosar í morgun við psykolog um hetta Hvussu hava politisku valevnini tað í hesum avgerandi døgunum áðrenn løgtingsvalið, hvussu kunnu tey uppliva valdagin, og hvussu er at verða kolldømdur av veljaranum?

Tað eru nakrir av spurningunum, sum verða settir, tá ið Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, vitjar í morgunsendingini á Rás 2 í morgun. Hann fer at greiða frá, hvussu valevnini kunnu hava tað í hesum døgum, og hann fer eisini at geva góð ráð um, hvussu valevnini kunnu klára at takla eitt tap á løgtingsvalinum leygardagin.

Í sendingini í morgun verður eisini tosað við trý børn hjá politikarum, sum fara at siga frá, hvussu tey hava upplivað sína støðu við politikara sum foreldur. Og tveir mans, sum hava ábyrgdina av løgtingsvalinum leygardagin, fara at greiða frá fyrireikingunum, og hvussu valið verður hildið loyniligt og rættvíst.

Morgunsendingin á Rás 2 kann hoyrast millum klokkan 9.00 og 12.00