Punjab í Sirkus

Hóskvøldið er konsert í Sirkus við Punjab, einum bólki, ið er mannaður av seks dreingjum, sum møttust, tá teir gingu á Nám X í Havn.

Punjab er ein lutvíst nýggjur bólkur, sum tó hevur verið væl úti um seg seinasta árið og hevur spælt kring landið til konsertir og tiltøk av ymsum slag.

Í november spældu teir egna konsert fyri fullum húsi í Perluni á Tórsgøtu.

Punjab spælir egið tilfar. Stílurin er ein blanding av rock’n’roll og amish techno, sum teir sjálvir orða tað.

Konsertin er kl. 21.00 hóskvøldið.

Manningin í Punjab er:
Árni Johannesson - Vocal, Guitar
Matthias Kjølbro - Saxofon
Tórður Dam Jacobsen - trummur
Kristian Pauli Ellefsen- Klaver
Kári Ellingsgaard - Bass
Robert Bjarnason - Guitar