Putin avlýsir tíðindafund og nýggjársrøðu

Vanliga heldur russiski forsetin ein longri tíðindafund um ársskiftið. Soleiðis verður ikki í ár.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur ikki siðbundna árliga tíðindafundin um ársskiftið hesaferð, sigur talsmaðurin fyri Kreml, Dmitrij Peskov. - Foto: Vyacheslav Oseledko/Ritzau Scanpix

Russiski forsetin, Vlademir Putin, heldur ikki árliga tíðindafundin um ársskiftið, boðar Kreml frá.

– Tað verður eingin tíðindafundur í ár, sigur talsmaðurin fyri Kreml, Dmitrij Peskov.

Í fjør tosaði Putin í fleiri tímar á einum tíðindafundi um ársskiftið.

Árligi tíðindafundurin er ein størri politisk hending í Russlandi, og russiski leiðari, sum hevur verið við valdið síðani 2000, hevur gjørt tíðindafundin til eina siðvenju. Hann varar vanliga í fleiri tímar, og tað verða settir spurningar bæði av journalistum og vanligum borgarum.

Peskov nevndi onga orsøk til avlýsingina av tíðindafundinum.

Putin sendi 24. februar russiskar herdeildir inn í Ukraina.

/ritzau/Reuters

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, heldur ikki siðbundna árliga tíðindafundin um ársskiftið hesaferð, sigur talsmaðurin fyri Kreml, Dmitrij Peskov. - Foto: Vyacheslav Oseledko/Ritzau Scanpix