- Jú meira russar skjóta eftir sivilfólki, tess meira byrjar hetta at líkjast tí, sum Týskland gjørdi í 1944 og 1945 við terrorbumbing móti sivilfólki, sigur høvuðslærari við norska krígsskúlan

- Putin er krígsbrotsmaður

- Russland er fangað í einum logikki, sum ikki hevur nakra hernaðarliga loysn við teimum ressursum, sum landið hevur, sigur Palle Ydstebø, sum er høvuðslærari við norska krígsskúlan

 

- Jú meira russar skjóta eftir sivilfólki, tess meira byrjar hetta at líkjast tí, sum Týskland gjørdi í 1944 og 1945 við terrorbumbing móti sivilfólki, sigur høvuðslærari við norska krígsskúlan

Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Andrij Sybiha, heldur, at álopini, sum Russland seinastu tíðina hevur framt móti Ukraina, eru tekin um, at Russland ikki veit sær nøkur ráð at taka fyri at fáa bilbukt við Ukraina á hermótinum.

 

- Vladimir Putin er ein krígsbrotsmaður og tapari, sum nú ikki hevur fleiri kort á hondini enn terror. Moskva tapir á hermótinum. Allar heimsins rakettir broyta ikki hetta, sigur uttanríkisráðharrin sambært tíðindastovuni NTB.

 

Ukraina hevur framt hørð og umfatandi álop á russiska oljuídnaðin seinasta hálva árið, eftir at landið hevur fingið egna framleiðslu av rakettum og langtberandi dronum.

 

- Ukraina hevur stongt út við 40 prosent av oljureinsikapasitetinum og hevur lopið á fleiri oljugoymslur í Russlandi, sigur Palle Ydstebø, sum er høvuðslærari við norska krígsskúlan.

 

Hann heldur, at ógvusligu russisku álopini á sivilfólk í Ukraina á ein hátt benda á eina russiska desperatión.

 

- Russland byrjar at tømast fyri verulig alternativir fyri at fáa framgongd í krígnum - serliga, eftir at landið seinastu mánaðirnar næstan ikki hevur gjørt framtøk á hermótinum í Donbas, sigur Palle Ydstebø.

 

Hann heldur, at jú meira russar skjóta eftir sivilfólki, tess meira byrjar hetta at líkjast tí, sum Týskland gjørdi í 1944 og 1945 við terrorbumbing móti sivilfólki.

 

- Russland er á nógvan hátt fangað í einum logikki, sum ikki hevur nakra hernaðarliga loysn við teimum ressursum, sum landið hevur, sigur hann.

 

##med2##

 

Palle Ydstebø vísir á, at málið hjá Vladimir Putin hevur verið at vunnið flestar ferkilometrar av ukrainskum landaøki, men í løtuni bendir einki á nakran russiskan summaroffensiv á hermótinum.

 

- Russar hava staðið í stað, og í mai tók Ukraina annan mánaðin á rað meira landaøki aftur frá russum enn landaøkið, sum Ukraina misti til russar, sigur høvuðslærarin við norska krígsskúlan.

 

Palle Ydstebø, sum hevur gjørt samrøðu við norska Dagbladet, leggur aftrat, at tað eisini hevur gingið illa hjá russum at fylla uppaftur fyri mongu falnu russisku hermenninar í krígnum.

 


 

 


 

 

- Jú meira russar skjóta eftir sivilfólki, tess meira byrjar hetta at líkjast tí, sum Týskland gjørdi í 1944 og 1945 við terrorbumbing móti sivilfólki, sigur høvuðslærari við norska krígsskúlan

Palle Ydstebø