Vladimir Putin verður eftir øllum at døma russiskur forsætisráðharri, tá hann gevst sum forseti.
Herfyri segði Putin, at hann styðjaði Dmitrij Medvedev sum valevni á forsetavalinum, sum verður 2. mars, og dagin eftir takkaði Medvedev við at siga, at verður hann forseti, vil hann fegin hava Putin til forsætisráðharra.
Í gjár tók Putin av tilboðnum. Hann legði afturat, at valdsbýtið millum forsetan og forsætisráðharran verður tað sama sum nú, men politiskir eygleiðarar í Moskva siga, at sum forsætisráðharri fer Putin framvegis at hava tað avgerandi orðið í russiskum politikki í komandi árum.