Putin ynskir russum tillukku á níggju ára degnum fyri Krim-hertøku

Nógvir ukrainar meta Russisku innlimanina av Krim í 2014 sum byrjanina upp á kríggj. Tað eru í dag níggju ár síðani

 

»Krim vár. Vit hava verið saman í nýggju ár«. Soleiðis stendur á russiskari plakat um russisku innlimanina av Krim-hálvoynni. - Foto: Alexey Pavlishak/Reuters

Í dag eru níggju ár síðani, at Russlandi innlimaði ukrainsku hálvoynna Krim í Russland.

18. mars 2014 skrivaði russiski forsetin, Vlademir Putin, undir ein sáttmála í Moskva og innlimaði harvið hálvoynna í Russiska samveldið.

Putin hátíðarheldur níggju ára dagin við at ynskja øllum russarum tillukku við tí, hann sambært russiska ríkismiðlinum Tass kallar eina søguliga hending.

Sambmært bretska miðlinum BBC meta nógvir ukrainar innlimanina sum byrjanina upp á kríggj.

Tveir dagar fyri at Putin skrivaði undir sáttmálan í 2014, var ein fólkaatkvøða á Krim. Har skuldi fólkið taka støðu til, um tey vildu hoyra til Ukraina ella Russland. Ein stórur meiriluti segði ja til at hoyra til Russland.

Atkvøðugreiðslan var tó av altjóða samfelagnum mett sum ólóglig.

Prorussisk loysingarfólk í fleiri pørtum av eystara parti av Ukraina fóru síðan at gra vart við seg. 6. apríl fóru prorussisk mótmælisfólk í álop á stjórnarbygningar í Donetsk, Luhansk og fleir øðrum býum í eystara parti av Ukraina.

Ósemjan elvdi longu tá til stjóra kreppu millum Russland og Vesturheimin, sum hevði við sær revsitiltøk ímóti Russlandi fyri innblandingina. Russland svaraði aftur við revsitiltøkum ímóti Vesturheiminum.

12. februar í 2015 varð sonevnda Minsk-avtalan gjørd millum Russland, Ukraina, Týskland og Frankaríki – tann sonevnda Normandi-kvartettin. Sambært avtaluni skuldu tung vápn millum annað takast aftur av hermótinum. Tað gekk tó ikki so væl við at fremja avtaluna.

Stríðið í Eysturukraina kostaði fyrstu fimm árini eftir 2014 13.000 mannalív.

Ukrainski forsetin, Vlodomyr Zelenskyj, hevur svorið at vilja endurstovna valdið hjá Ukraina á hálvoynni. Harvið ynskir forsetin Krim aftur, áðrenn kríggið kann enda.

– Krim er ukrainskt, og vit gevast ongantíð, hevur forsetin áður sagt sambært BBC.

/ritzau/

 

»Krim vár. Vit hava verið saman í nýggju ár«. Soleiðis stendur á russiskari plakat um russisku innlimanina av Krim-hálvoynni. - Foto: Alexey Pavlishak/Reuters