Summar Festivalur
Tá Sosialurin í gjár seinnapart vitjaði í Klaksvík var arbeiðið við at seta metstóra pallin upp væl áleiðis. Vit hittu Erik Biskoptøð fyrireikara tætt við pallin, og hann kundi siga frá, at arbeiðið gekk sum ætlað.
- Tá hetta kemur í blaðið er pallurin langt síðan liðugur, og útgerðin sum umfatar alt pallljós í landinum umframt ljós sum vit hava fingið úr Danmark og størsta ljóðanleggið nakrantíð her á klettunum er sett upp, segði fyrireikarin, ið tyktist eins róligur og fyrikomandi, sum altíð.
Fólk bakkar upp
Tað sirmaði hesa løtuna, og fyrireikararnir høvdu longu ásannað, at fríggjadagurin ivaleyst fór at verða ein vátur dagur. Men hetta tyktist ikki, at oyðileggja góða lagið hjá Erik.
- Tað er viktigt ikki at lata seg amputera av veðrinum. Vit búgva ikki í Føroyum av praktiskum ávum. Eftir festivalin í fjør, tá veðrið argaði okkum illa, høvdu vit kunna sett okkum niður og sagt, at tað ikki bar til at skipa fyri tílíkum tiltøkum í Føroyum, at vágin var ov stóru. Men tað vilja vit ikki, og so leingi smápartafelagið Summar Festivalurin ber seg, og fólk enn bakkar upp um tiltakið, so halda vit fram, sigur Erik.
Hann viðgongur, at tað eisini bøtur um hugin at skipa fyri tílíkum tiltøkum, tá afturmeldingarnar frá áskoðarum eru somikið góðar, eins og tað er stuttligt, at luttakandi bólkarnir eru so glaðir fyri upplivingina.
Spara økið til Scorpions
Hann vísir eisini á, at teir vóna, at veðrið batnar nakað út á fríggjadagin, og at Scorpions konsertin kann verða hildin í turrum veðrið.
- Konsertin við Scorpions verður tann fyrsta á stóra pallinum, og tí verður økið spart, meðan mesta regnið er. Eisini er økið væl drenað, og tað ger, at tað ongantíð verður eitt stórt runudýki.
Byrja í kvøld
Hóskvøldið í fjør var konsert í Virkishúsinum, karaoke á torginum eins og Silvaland lat upp. Í ár hevur Summar Festivalurin valt at fara undir almennu skránna longu hóskvøld. M.a. spælir útlendska poppnavnið Banaroo í kvøld. Eriki sigur orsøkirnar til hetta vera fleiri.
- Vit upplivdu í fjør, at sera nógv fólk var í býnum hóskvøldið, og tí vildu vit eisini bjóða teimum eina góða uppliving tá. Hetta gevur okkum samstundis høvi at trykkprøva økið, vanliga eru onkrir trupulleikar tað fyrstu løtuna, og ístaðin fyri at hesir vísa seg fríggjadag, tá trýstið er størri, verða hesir loystir hósdag.
Erik vísir á, at aftur í ár letur Silvaland upp hóskvøld, og at møguleiki sostatt verður hjá børnum at royna stóra spælilandið. Í fjør var hósdagurin einasti festivaldagur, at Silvaland veruliga kundi brúkast, tí veðrið gjørdist so keðiligt, og tíanverri kann hetta gerast syndarligi veruleikin aftur í ár.
Erik vísir á, at royndrinar í fjør hava gjørt, at teir kenna seg væl brynjaðir til ein møguligan regnfestival.