Rádni er meistari fyri fyrstu ferð

Aftur í dag vunnu tær úr Fuglafirði kappingina millum 6-mannaførini við kvinnum, og harvið er Rádni meistari

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava kvinnur úr Fuglafirði vunnið FM í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum.

Rádni vann aftur í dag, og Rádni hevur harvið vunnið allar seks róðrarnar og hevur tískil vunnið FM við fullum stigatali.

Aftur í dag var Sølmundur hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ næstfremstur, og aftur í dag treiskaðist Sølmundur leingi, áðrenn hann var noyddur at sleppa, og so var meiri enn ein bátslongd millum teir báðar fremstu.

Sølmundur átti besta startin, og Sølmundur helt seg frammanfyri favorittin, inntil málið var næstan hálvrógvið.

 

Páll Fangi var eina løtu á fjórða plássi, men fram ímóti málinum var eingin ivi um, at tað vóru tær úr Klaksvík, sum vunnu bronsuplássið.

 

1 Rádni 05.12.20

2 Sølmundur 05.15.20

3 Páll Fangi 05.24.04

4 Jarnbardur 05.25.09

5 Skúgvur 05.34.20

6 Fortuna 05.38.22

 

Støðan

1 Rádni 42

2 Sølmundur 36

3 Páll Fangi 28

4 Fortuna 21

5 Jarnbardur 17

6 Skúgvur 13