Í døgunum 25. - 13. august, vitjar Ráðgevandi nevndin hjá danska forsærisráðnum í Føroyum.
Í nevndini eru fimm limir. Teir eru: Arne Larsen, formaður og stjóri í fiskimálaráðnum, Søren Egmose, skrivstovustjóri, Jeppe Hjerning, fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum (hann er ikki við á ferðini, blkv.), Bjarne Skafte, skrivstovustjóri í danska Tjóðbankanum og Christian Schults, professari á Universitetinum í Keypmannahavn.
Á Ríkisumboðnum í Havn verður sagt, at Ráðgevandi nevndin vanliga kannar sær eitt evni at viðgera. Í fjør var tað alivinnan, sum var løgd undir sjóneykuna, og í ár er tað sambandið millum almennar og hálvalmennar stovnar, og hvussu samskiftið er við almennu umsitingina.
Umframt at vitja Búskaparráðið,Landsbankan, Fiskasøluna, peningastovnar og Gjaldstovuna, verður eisini fundur við Fiskimálastýrið, Fiskirannsóknarstovuna, ALS og Fíggjarmálastýrið.
Eisini Framtakgrunnurin og Fiskavirking fáa vitjan av ráðgevandi nevndini, eins og Telefonverkið, SEV og Strandferðslan.
Umboð fyri arbeiðsgevarar og fakfeløgini skulu hitta nevndina, sum eisini fær stundir at vitja Landsstýrið og andstøðuna.
Á ferðini verður farið út á bygd at vitja, og í Mikladali fær bygdaráðið vitjan av Ráðgevandi nevndini.
Annars er eisini vanligt at skipað verður fyri útferðum. Umframt í Mikladali, verður vitjað í Viðareiði, Klaksvík, Hvannasund og Fugloy.
Ráðgevandi nevndin fer avstað aftur mánadagin 31. august.
Í heyst kemur frágreiðingin, sum lýsir tey føroysku viðurskifti, sum nevndin á hesum sinni hevur kannað.