Órógvast ikki av festivalinum

Nógvur gangur stendst ofta av festivalum og at nógv fólk samlast á einum stað. Men grannarnir at Kelduni lata væl at, og siga at teir órógvast ikki av ganginum, heldur tvørturímóti, tey halda tað er sera hugnaligt

Tá desibellini fara at runga út úr stóra og nýmótans annlegginum í Kelduni vikuskiftið 29.- 31. august, verður kanska torført at fáa orðið upp inni í Kelduni sjálvari og á økinum beint uttanfyri. Men hetta órógvar ikki grannarnar, sum búgva nær uppat Kelduni og økinum rundanum.

- Heldur tvørturímóti. Tað er sera hugnaligt her meðan festivalurin er, og serliga um tað eydnast væl við veðrinum. Vit klaga ikki um gangin, og so er tað bert yvir eitt vikuskiftið, so tað er uttan iva til at liva við. Tað er eisini sera hugnaligt, at nógv fólk, sum man kennir, koma á gátt, og serliga um tað eydnast væl við veðrinum, sigur Jóan Pauli Joensen, nærmasti granni at Fjarðafestivalinum.


Hoyrist ikki nógv

Hóast gangurin er nógvur av stóra pallinum inni í Kelduni, hoyrist ikki serliga nógv útum sjálva húsið. Hetta merkir at grannarnir av festivalinum ikki verða órógvaðir serliga nógv av ganginum, og tað sindri av ljóði, sum hoyrist útum og frá pallunum uttanfyri Kelduna, er ikki nakað, ið grannarnir taka illa upp.

Fólkini í Skálabotni gleðast heldur um at lív er í økinum hesar dagarnar og at nógv fólk velja at koma saman til henda kristna festivalin, har bæði tónleikur og boðskapur eru í hásæti.

- Tað ger ikki mun, um tað ljóðar eitt sindur. Eg fái væl sovið fyri larminum, hóast tað ikki er ætlanin. Eg plagi sjálvur at vera í Kelduni og á festivalinum hesar dagarnar, sigur Jóan Pauli Joensen.

Jóan Pauli Joensen og flestu fólkini har í økinum plaga at rætta eina hjálpandi hond. Hann er sjálvur ein av teimum, ið hava hjálpt til við at byggja Kelduna upp, og tey flestu í Skálabotni munnu vera glað um at Keldan er komin hagar at verða.

Uttan iva munnu tey flestu í Skálabotni eisini fara ein túr inn á festivaløkið og njóta tónleikin og lívið í økinum.


Vóna veðrið verður gott

Árið í fjør eydnaðist einki serliga væl, veðrið var sera ringt og í løtum stóð á hjá fyrireikarunum at halda festivalin koyrandi. Nógvur vindur var og teltini vóru um at fara á flog, og stóðu og flákraðu og ristust í vindinum.

Tað, sum tey flestu munnu tosa um hesar dagarnar í Skálabotni, er um hvørt veðrið man fara at halda sær ella ikki.

- Veðrið hevur ótrúliga nógv at siga. Føroyingar eru soleiðis, at teir keypa ikki atgongumerki fyrr enn við dyrnar, tá tey eru sikkur í, hvussu veðrið er. Ikki fyrr enn tá tey gera tey av, um tey vilja fara ella ikki. So sjálvandi vóna vit at veðrið verður gott, soleiðs at nógv fólk koma, staðfestir Jóan Pauli Joensen, at enda.