Rógvi hitti hetjurnar

FJEPPARI Rógvi Hansen Djurhuus hevur stuðlað Fulham síðani hann var smádrongur, og í gjár gjørdist ein dreymur veruleiki, tá hann hitti Brede Hangeland og hinar hetjurnar í Fulham

Millum teir stívliga 1200 áskoðararnar, sum fylgdu slagnum millum NSÍ og Fulham á Svangaskarði í gjár, var 23 ára gamli gøtumaðurin Rógvi Hansen Djurhuus. Sum øll onnur helt hann tað vera stuttligt, at eitt føroyskt lið hitti heimsstjørnur úr Premier League, men fyri Rógva hevði dysturin heilt serligan týdning. Rógvi er svorðin Fulhamfjeppari og var ivaleyst einasti føroyingurin í Fulham-troyggju til dystin á Toftum.

Hóast hann stuðlar liðinum úr London í dag, var tað meiri tilvild enn nakað annað, at Fulham gjørdist Rógvasa lið.

- Eg veit ikki, men eg mátti við halda við onkrum, tá eg var yngri og tað bleiv bara Fulham, flennir Rógvi Hansen Djurhuus, sum gav sær stundir at tosa við Sosialin, hóast hann bíðaði eftir at koma í tal við fyrimyndir sínar í enska felagnum.

NSÍ hevði nevniliga borið so í bandi, at Rógvi slapp at heilsa upp á liðið eftir leiklok, sum teir dystaðust við.

Fyrsti maðurin, Rógvi fekk orðið á, var liðformaðurin Brede Hangeland, sum spældi við FCK fyri trimum árum síðani, men nú telist millum stinnastu verjuleikararnar í Premier League.

- Hann spurdi, um eg var her frá oynni og gjørdist annars bilsin, tá hann hoyrdi, at eg dugdi eitt sindur av norskum. Annars tosaðu vit fyri tað mesta danskt sammen, segði Rógvi Hansen stórsmílandi, áðrenn hann fór aftur at heilsa upp á fleiri stjørnur í yndisfelagi sínum.