Rógvi Jacobsen greiður frá einum heldur øðrvísi parti av lívi sínum 6. Hevur tú nakrantíð roynt rúsevni?
- Nei. Eg havi aldrin verið í samband við rúsevni. Mær dámar slett ikki rúsevni, so eg havi aldrin havt áhuga fyri tí. Eg haldi, at eg havi verið heppin at aldrin hava verið í samband við slíkt.
7. Hevur tú nakrantíð brotið lógin?
- Ja. Eg havi ofta koyrt ov skjótt, og misti einaferð koyrikortið tí eg koyrdi alt ov skjótt. Tað er bert í ferðsluni at eg havi forbrotið meg.
8. Hvønn dyst minnist tú sum tann ringasta?
- Tað eru fleiri dystir sum eg eri flóvur av. Mangan tá vit hava verið á landsliðinum, so hava vit spælt ímóti leikarum, sum hava verið nógvar ferðir betri enn vit. Tað er pínligt. Annars minnist eg ein dyst eg spældi við HB ímóti EB-Streymi. Tá taptu vit 5-1, og fólk tosaðu um tað leingi aftaná. Tað var eisini pínligt.
9. Hevur tú nakrantíð verið saman við einum av sama kyni?
- Nei! Tað er ikki nakað sum eg nakrantíð havi havt áhuga í, hehe, tað hevur aldrin sagt mær nakað, og hatta er nakað sum eg aldrin í lívinum fari at gera.
10. Hevur tú nakrantíð verið avdottin?
- Nei. Eg plagi at hava kontrol á mær sjálvum. Mær dámar ikki øl, men kann gott drekka onkran góðan drykk, so tað kemur aldrin so langt, at eg detti av.