Rógvi Poulsen klárur fyri argjamenn

Ein dystur verður í Effo-deildini í kvøld. Á Argjum tekur AB móti NSÍ á Blue Water Arena, sum leikvøllur nú eitur. Fyri AB kemur tað væl við, at Rógvi Poulsen er við fyri fyrstu ferð í ár.

 

Tað er kalt á Argjum. Faktist er tað null stig. Eftir fimm umfør hevur AB enn ikki megnað at vunnið sær sítt fyrsta stig. Ikki nokk við tí, so hava skaðar eisini gjørt um seg á liðnum. Til dystin í dag eru argjamenn uttan Leivur Holm Joensen, sum fekk heilaskjálta í steypadystinum móti ÍF, Morten Overgaard, sum bleiv skaddur í 3-1 taptinum fyri KÍ, Dion Splidt, sum hevur skaða í fótinum, Teitur Jóannesarson, sum er skaddur í rygginum og Nikolaj Eriksen, sum hevur skaða í knænum.

 

Men tað eru eisini góða tíðindi at frætta á Argjum. Rógvi Poulsen er klárur og byrjar á bonkinum. Hann hevur ikki verið tøkur, síðani hann í vetur skifti aftur til barndómsfelagið frá HB. Eisini Ahmed Keita, hevur ikki hevur spælt fulla tíð, er sum skilst klárur, men verður væntandi ikki við frá byrjan. Miðverjin, Rói Danielsen, spældi við minni skaða móti ÍF í steypakappingini, men er nú klárur og byrjar helst í miðverjuni.

 

Dysturin millum AB og NSÍ byrjar klokkan 18.00.

 

Portalurin metir:

 

AB: 4-4-1-1

Heðin Stenberg(Málverji) - Teitur Olsen, Gert Drangastein, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Martin Midjord, Sorin Anghel, Hørður Mohr, Dan Petersen - Jobin Drangastein - Bjartur Kjærbo

 

Metingar um NSÍ koma seinni.