Rógvingin bítir frá sær

Kajakkrógving er í mangar mátar ein bítandi ítrótt. Tað kann viðvhørt verða bítandi kalt, men samstundis verður tú púrasta bitin av rógvingini. Mikukvøldið vitjaðu vit í Álakeri, har tríggir rógvarar fyrireika seg til altjóða kapping, sum verður í Grønlandi um knappan mánað

Gamla neystið hjá Havnar Róðrafelag verður ikki bert nýtt til kappróðrabátar felagsins longur. Gaman í, gamli Havnarbáturin stendur framvegis í. Eisini sæst gamli Háskúlabáturin, sum fyri gott tíggju árum síðani broytti navn til Bláskel, eftir at næmingar á Venjingarskúlanum høvdu yvirtikið hann.

Tað, sum helst er mest forvitnisligt við neystinum í dag, er, at uppi undir vaðingini og fram við vangunum í neystinum eru hópin av kajakkum skoraðar fastar. Kajakkir, sum seinnu árini eru vorðnar ein alt meira vanlig sjón úti á vágni.


Ítriv og ítrótt

Onkur vildi kanska mett hetta sum eitt stuttligt, og kanska spennandi frítíðarítriv, men hetta er bara partvíst rætt.

Talan er so sanniliga eisini um eina ítrótt, og seinna partin av juli mánaði, fara tríggir føroyskir rógvarar at kappast í Grønlandi, har grønlendska meistaraheitið í kajakkrógving stendur á skránni. Teir tríggir eru Jákup Jacobsen, Páll Olaf Jacobsen og Thomas Davidsen. Eisini var ætlanin, at ein fjórði føroyingur, Jan Egil Christiansen, skuldi vera við á ferðini, men hetta varð kortini av ongum.

Jákup, greiðir frá, at hetta er komið í lag, eftir at teir hava fingið eina innbjóðing úr Grønlandi um luttøku. Áður hevur tað verið soleiðis, at tað bert hava verið grønlendingar, sum hava havt møguleika at luttaka í kappingini, men í ár er hon so fyri fyrstu ferð opin fyri altjóða luttøku.


Øðrvísi kapping

Hóast fólk kring allan heimin rógva kapp í kajakkum, so er kappingin í Grønlandi kortini eitt sindur øðrvísi. Her verður nevniliga ikki róð við teimum árum, sum vit vanliga síggja í sjónvarpinum, men við upprunaligu grønlendsku árunum. Bløðini eru væl minni, enn stóru bløðini á plastárunum, sum annars verða nýttar, og heldur ikki er árin snarað, soleiðis sum vit síggja tað í sjónvarpinum.

Í Grønlandi verða luttakararnir bólkaðir í tríggjar bólkar, sum tó allir skulu nýta grønlendsku árarnar: Grønlendingar í grønlendskari kajakk, útlendingar í grønlendskari kajakk og so útlendingar í kappróðrakajakk.

Munur er nevnliga á eini grønlendskari kajakk og so teimum, sum róð verður við á Olympisku leikunum. Kappróðrakajakkirnar eru vanliga stoyptar í plasti ella glasfipuri, og eru yvirhøvur bygdar eftir meira vísundaligum fortreytum, so tær kunnu ganga best gjørligt.

Grønlendska kajakkin er hinvegin bygd úr træi og so klødd við antin kópaskinni ella segldúki. Sniið er eisini nakað øðrvísi enn á plastkajakkunum, og hetta viðførir eisini, at hon er nógv róligari í sjónum.

Undir kappingini skal Jákup royna seg í bólkinum við grønlendskari kajakk, meðan Páll Olaf og Thomas skulu rógva í bólkinum við kappróðrakajakkum.


Verður bitin

Jákup, sum er tann av teimum, sum hevur drúgvastu royndirnar á økinum, greiðir frá, at tað var meðan hann las í Danmark, at hann fekk áhuga fyri ítróttini.

Nakrir grønlendingar vóru eisini í holt við lestur, og tað gjøgnum hesar, at Jákup so við og við fekk kunnleika til rógvingina.

- At enda varð eg fullkomuliga bitin av hesum, og tað havi eg verið síðani, greiður Jákup frá. Hann leggur í hesum sambandi afturat, at tað er gjøgnum ein av hesum grønlendingum, at teir nú eru bodnir við til kappingina í Grønlandi.

Seinastu sjey árini hevur hann sostatt róð, um ikki dagliga, so í øllum førum javnan, og einki er at siga til, at tað er vorðið hugaligari, nú teir eru fleiri, sum kunnu venja saman.

Vanligi teinurin teir rógva, er út móti Glyvursnesi ella til hoyvíkshólmin og aftur, men eisini hava teir verið onkrar longri túrar. Hóast kajakkirnar síggjar lítlar út, so rúmast bæði matur, telt og annað viðføri í teimum, og um summarið hava teir verið útferðir til eitt nú vestmannabjørgini, Nólsoy og Hestoynna, og allir eru teir samdir um, at hetta eru nakrar ótrúliga spennandi og vakrar ferðir.


Trygdin er í lagi

Onkur vildi kanska hildið, at tað mátti verið vandamikið at farið slíkar ferðir við somikið lítlum bátum, men hesum eru teir tó als ikki samdir í. Kajakkirnar liggja sera væl i sjónum, og harumframt eru teir ílætnir klæðum, sum kunnu verða lívbjargandi, um so er, at okkurt óhapp skuldi borist á.

Teir leggja tó dent á, at slíkar ferðir fara teir ongantíð einsamallir. Verður róð einsamallir, er fjarstøðan inn til land ongantíð hin stóra, tí sum teir siga: - Tað er so einfalt, at nærri tú ert við land, styttri er at svimja.

Vandin fyri at koppa úr kajakkini er tó heldur ikki hin stóri. Rógvarin er so at siga skoraður niður í rúmið, og skuldi tað hent, at kajakkin koppar, ber altíð til at mala seg upp aftur, og hetta sýna teir okkum eisini fleiri dømi um niðri í Álakeri. Bert til stuttleikar melur Jákup nakrar ferðir runt í sjónum, um tað sigast til stuttleikar, tá vatnið einans er sjey hitastig. Tað er nú ikki so kalt halda teir, og vísa á, at í Grønlandi eru tað bert tvey hitastig í sjónum.

Jákup sigur, at umframt vátdrakt og onnur hóskandi pløgg, er trygdin við kajakkini tann, at tú alla tíðina er fastur. Í øðrum førum er trygdin aloftast tann, at tú sleppur úr bátinum, um hann hvølvist, soleiðis at til ber at svimja upp. Her er júst tað øvugta galdandi, soleiðis at tú altíð er fastur, og fært snarað teg upp á rættkjøl.


Skræaddaraseymað

Kajakkina, sum Jákup rør í, hevur hann bygt sjálvur, og er talan um eina grønlendska kajakk, sum eisini verður kallað havkajakk. Bondini og ringarnir í hesum eru úr ask, meðan stokkarnir eru úr furu, og so er beinagrindin klødd við segldúki.

Hálvan fimta metur long og einans 52 sentimetrar breið, sær hon ikki út av nógvum. Vektin er einans fimtan kilo, men hóast hetta, er einki at ivast í, at talan er um eitt sjógott far.

Spurdur, at tað ikki er nógv stríð av at byggja eina slíka kajakk, heldur Jákup, at tað kann man kanska siga. Einir 100 arbeiðstímar munnu vera nýttir til endamálið, men talan hevur verið um sera hugaligar tímar. ? Eg havi soleiðis gingið og putlast gjøgnum veturin. Ein tíma her og tveir har, og tað haldi eg bara hevur verið stuttlig og spennandi.

Sjálvandi ber eisini til at keypa kajakkir, men i báðum førum er galdandi, at kajakkin verður bygd til eigaran.

- Tað er eins og við føroyskum klæðum. Skalt tú hava eina kajakk, ert tú noyddir at passa hana so hvør, sum hon verður bygd, greiða teir frá.