Ráðið fyri brekað er nú valt

Tað er landsstýrismaðurin í trivnaðarmálum, Páll á Reynatúgvu, sum valt hevur ráðið

Sambært reglugerðini eru uppgávurnar hjá Ráðnum fyri brekað at ráðgeva landsstýrinum í øllum almennum málum, sum hava týdning fyri viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum. Somuleiðis skal ráðið vera ráðgevandi fyri aðrar almennar myndugleikar.

Ráðið fyri brekað kann eisini av sínum eintingum seta fram uppskot til fremjan ella broytingar innan øki, sum viðvíkja livikorum teirra brekaðu og fylgja við og gera metingar um viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum.
Ráðið fyri brekað hevur tilsamans 7 limir, ið umboða kommunur, Meginfelag teirra brekaðu og landsfyrisitingina.
Marjun S. Olsen, kommunustýrislimur í Vestmanna, er vald eftir tilmæli frá Føroya kommunufelag.

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, er valdur eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya
MBF hevur tveir limir í ráðnum:

Marjun Sigurðsdóttir, sum er formaður í MBF, og tískil føddur limur í ráðnum og Leilu Solmunde, formaður í Giktafelagnum og næstformaður í MBF, ið er vald eftir tilmæli frá MBF.

Harumframt hevur landsumsitingin tvey umboð í ráðnum:

Barbara á Tjaldrafløtti, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, og Kristjan Árnason, fulltrúi í Trivnaðarmálaráðnum.
Ráðslimirnir velja sjálvir formannin, sum verður sjeyndi limurin í Ráðnum fyri brekað.