Ríkisfelagsskapurin hevur lítlan áhuga

Ríkisfelagsskapurin er ikki tað sum hevur størstan týdningin millum danir. Danmarks Radio royndi seg við lítlari kanning á heimasíðuni, og har endar Ríkisfelagsskapurin langt aftast

Tað eru broytingartíðir á veg millum Føroyar og Danmark. Hvør loysnin verður ein ella onnur hevur sum so einki við tað at gera, tí allir flokkar - uttan undantak - siga, at broytingar mugu gerast í ríkisfelagsskapinum.

Í útvarpinum hava vit hoyrt danskar politikarar siga sína hugsan, sum tað eisini sømir seg politikarum, men tað hevur gingið alt meira trupult at fáa vanliga danan at leggja seg út í kjakið.

Tað er kanska ikki so løgið, tí tað eru onnur mál, sum upptaka danan enn júst ríkisfelagsskapurin. Eitt teirra er harðskapur, sum eftir øllum sólarmerkjum er farin at gera alt meira um seg í Danmark.. Eitt annað er evran, sum danir uttan iva skulu til fólkaatkvøðu um

áðrenn ov long tíð er fráliðin.

Tí er ríkisfelagsskapurin ikki tað, sum fyrst kemur dønum í hug, tá teir vera spurdir um mál, sum hava teirra áhuga, ella sum teir

halda skulu takast upp í Fólkatinginum.


Annað størri týdning

Um dagarnar legði Poul Nyrup Rasmussen ætlanirnar hjá donsku stjórnini fyri komandi ári og í sambandi við, at forsætisráðharrin brúkti heilar fýra minuttir upp á Føroyar hevur Danmarks Radio gjørt eina lítla veljarakanning á heimasíðuni, har fólk verða spurd um hvat tey halda fólkatingið skal fara at gera nakað við.

Tey vitjandi fáa seks møguleikar at seta krossin,

vóru harðskapur, evran, aktivering, eldrapolitikkur, fyriskipað hjúnarløg og ríkisfelagsskapurin. Evnini eru her nevnd í teirri røð, sum atkvøtt er fyri teimum, og tað merkir, at henda lítla »veljarakanningin« sigur okkum, at ríkisfelagsskapurin hevur lítlan og ongan áhuga millum danir.

Atkvøðulutfallið var annars soleiðis:

Harðskapur 31 prosent, evran 26 prosent, aktiveringin 18 prosent, eldrapolitikkurin 12 prosent, fyriskipað hjúnarløg 8 og ríkisfelagsskapurin bara 4 prosent.

Nú skal ein slík atkvøðugreiðsla takast við sera stórum fyrivarni, men hon gevur kanska eina lítla mynd av hvat vanligi danin hugsar um ríkisfelagsskapin.