Ríkisumboðið sleppur ikki at tosa føroyskt

- Eg skilji væl føroyskt, og eg kann eisini siga okkurt á føroyskum, men børnini steðga mær skjótt. Tey halda, at tað er pínligt, at eg tosi føroyskt, sigur 45 ára gamli Dan Michael Knudsen, sum er nýggjur Ríkisumboðsmaður í Føroyum. Hann hevur føroyska konu og hevur búð í Føroyum í meira enn 10 ár

Fyrsta dagin í hesum árini setti Dan Michael Knudsen seg í sessin sum Ríkisumboðsmaður í Føroyum. 45 ára gamli búskaparfrøðingurin hevur starvast hjá Ríkisumboðnum seinastu sjey árini, og nú hevur hann tikið fetið úr starvinum sum ráðgevi til at verða Ríkisumboðsmaður.

- Eingin hevur noytt meg at verða Ríkisumboðsman. Eg kundi hildið fram í mínum gamla starvi, men uppgávan sum Ríkisumboðsmaður tiltalaði meg onkursvegna. Eg helt, at eg hevði royndirnar og innlitið til at taka uppgávuna á meg, og eg havi eina hugsan um, hvussu uppgávan skal loysast, og tí bjóðaði eg meg fram, sigur Dan Michael Knudsen.

- Eg havi arbeitt hjá trimum ymiskum Ríkisumboðum, og tey hava øll verið ymisk. Eg havi lært nakað av teimum øllum, og vónandi kann eg brúka nakað av tí. Hinvegin skal eg eisini finna meg sjálvan í hesum starvinum, og røkja uppgávuna, soleiðis sum eg haldi, tað riggar best, sigur hann.


Hitti føroyska gentu

Dan Michael Knudsen vaks upp í Vejle. Har gekk hann í fólkaskúla og í studentaskúla, men tá ið hann skuldi útbúgva seg víðari, var tað ein útbúgving í Odense, sum lokkaði hann at flyta.

Áhugin fyri bæði samfelagsligum viðurskiftum og ítrótti vóru stór, og hann ætlaði at fara undir eina útbúgving, har hetta var samantvinnað. Tað gjørdist tað tó ikki til, og áhugin fyri búskapi vaks. Dan Michael Knudsen endaði tí sum búskaparfrøðingur.

Í lestrartíðini hitta hann eina føroyska gentu, og tað slóðaði fyri hansara serliga sambandi til Føroya.

Margretha Justesen, sum er ættað á Viðareiði, búði á sama kollegium sum Dan, og tað rann saman millum tey. Tað var fyri 21 árum síðani, og síðani eru tey gift og hava fingið tvey børn.

Í 1997 fluttu tey til Føroya at búgva. Margretha fór at undirvísa í Studentaskúlanum á Kambsdali og á HF-skeiðnum í Klaksvík, og Dan fekk starv í umsitingini hjá landsstýrinum.

- Tá ið eg kom til Føroya fyrstu ferð, roknaði eg við, at vit fóru at búgva her í eitt ár ella tvey, men steðgurin er blivin nógv longur, og hóast ætlanin hevur verið at flyta av landinum aftur, eru vit framvegis her, og nú eru ongar ætlar um at fara úr Føroyum, sigur Dan Michael Knudsen.


Úr landsstýrinum til Ríkisumboðið

Dan Michael Knudsen starvaðist eina stutta tíð í fíggjar- og búskapardeildini í Tinganesi, áðrenn hendan deildin var flutt í Fíggjarmálaráðið á Argjum í mai 1998. Næstu tvey árini starvaðist Dan har.

Í 2000 var ætlanin at flyta aftur til Danmarkar at búgva, og Dan hevði fingið eitt starv hjá Fyns Amt í Odense, men tað kom ikki so langt. Ein starvslýsing hjá Ríkisumboðsmanninum í Føroyum lokkaði, og Dan fekk starvið. Ætlanin um at fara aftur til Danmarkar at búgva eftir nøkur fá ár í Føroyum varð av ongum.

- Mann kann væl siga, at eg sleppi ikki avstað, sigur hann skemtandi.

- Familjan trívist væl, og eg havi tað gott her. Fyri børnini er tað eisini ein stórur fyrimunur at vaksa upp í Føroyum. Her er gott og friðarligt at vera. Við hvørt sakni eg ymiskt í Danmark, men tá ið eg havi verið eina tíð í Danmark, so leingist eg aftur til Føroya.

Dan ferðast nakrar ferðir um árið til Danmarkar í arbeiðsørindum, men gerandisdagurin og arbeiðsuppgávurnar eru í Føroyum.


Føroyskur fyrimunur

Dan Michael Knudsen heldur, at tað er ein fyrimunur fyri hansara uppgávu sum Ríkisumboðsmaður, at hann hevur føroyska familju.

- Fyrimunurin við at hava eina føroyska familju er, at eg skilji báðar partar. Eg havi innlit í føroyska samfelagið og mentanina, og tað hjálpir mær at hava eina meira fjølbroytta mynd av sambandinum millum Føroyar og Danmark. Eg haldi eisini, at danir meta tað sum ein fyrimun – og ikki ein vansa – at eg havi føroyska konu og havi búð í Føroyum í nógv ár, sigur Ríkisumboðið.

- Eg skilji væl føroyskt, og eg kann eisini siga okkurt á føroyskum, men børnini steðga mær skjótt. Tey halda, at tað er pínligt, at eg tosi føroyskt. Men skuldi tað verið, so kundu fólk skilt meg ,tá ið eg tosaði føroyskt. Men eg haldi ikki, at eg fari at byrja at tosa føroyskt nú – tað er helst ov seint til tað.

- Eg haldi eisini, at eg dugi betur og betur at fanga nuansurnar í málinum, og við hvørt ivist eg í, um ein vending er føroyskt, ella um hon eisini kann sigast á donskum.


Letur upplýsingar til danir

Ríkisumboðsmaðurin skal verða eygu og oyru hjá donsku stjórnini í Føroyum,og hvønn mánað letur hann eina frágreiðing til forsætismálaráðið. Hendan frágreiðingin verður latin politikarum og øðrum, sum hava áhuga í føroyskum viðurskiftum.

- Frágreiðingin gevur eina generella lýsing av tí, sum er frammi í samfelagnum. Tað kann verða um politisk viðurskifti, um búskapin, um vinnuna ella annað. Nógvir danir hava stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og teir vilja gjarna fylgja við, sigur Dan Michael Knudsen.

Hansara sterka samband til Føroya gera tað eisini lættari hjá honum at loysa hesa uppgávuna.

- Eg haldi avgjørt, at tað er ein fyrimunur fyri Ríkisumboðsmannin, at hann dugir føroyska málið, tí tað ger tað munandi lættari at fylgja við í føroyska samfelagnum.

Ein partur av uppgávuni hjá Ríkisumboðsmanninum er at verða í løgtinginum, har hann hevur sín sess og kann taka orðið, um tað skuldi verið. Dan Michael Knudsen hevur í tíðini, hann hevur starvast hjá Ríkisumboðnum verið javnan í løgtinginum, og har kennir hann seg væl.

- Eg kenni fleiri av føroysku politikarunum frá tíðini, tá ið eg arbeiddi í landsstýrinum, og generelt haldi eg meg vera væl móttiknan í tinginum. Teir arga meg eitt sindur við hvørt, men so má eg bara royna at geva eitt sindur aftur. Tað hoyrir til, sigur hann.

Fyri framman standa nøkur ár sum Ríkisumboðsmaður í Føroyum, og fólk skulu ikki vænta, at Dan Michael Knudsen fer at kollvelta embætið.

- Fólk skulu ikki rokna við, at eg verði so sjónligur sum Ríkisumboðsmaður. Eg eri jú ein embætismaður, havi nakrar uppgávur at røkja og eri leiðari fyri einari umsiting. Mesta av tíðini fer til hesa uppgávuna, sigur hann.




Fakta

Navn: Dan Michael Knudsen

Aldur: 45 ár

Familja: Giftur við Margrethu (f. Justesen). Eiga tvey børn. Maria 9 ár, Thomas 14 ár

Bústaður: Tórshavn

Útbúgving: Búskaparfrøðingur





Familja og renning

- Frítíðina brúki eg fyrst og fremst til familjuna, og eg fylgi millum annað við í tí, sum børnini takast við. Mær dámar eisini væl at renna, og eg gjøgnumførdi í september mítt fyrsta maraton. Tað var í Berlin. Eg ætli mær eisini at renna onkur maraton aftur, so eg brúki fitt av tíð til at verða úti og renna. Eg renni einar fýra ella fimm ferðir um vikuna, og hóast tað langt frá altíð er so hugaligt at fara út hesa ársins tíðina, so royni eg at klára tað, sum eg seti mær fyri.




Veturin er strævin

- Tað ringasta við Føroyum er veðrið um veturin. Tað kann verða tungt hesa tíðina, tá ið tað er nógvur vindur og regnar ill. Tað góða við Føroyum er náttúran. Vit hava fjøllini og havið rundan um okkum, og tað dámar mær væl. Haldi eisini, at føroyingar duga eitt sindur betur at taka tað róligt eisini – alt skal ikki verða so stressandi. Tey smáu forholdini í føroyska samfelagnum eru bæði ein fyrimunur og ein vansi.