Nuuk, Sosialurin: -Tað er ikki tí einki er at fáa. Næstseinasta dagin hendan túrin fingu við 63 tons av pakkaðum rækjum, klárar til forbrúkaran, men tað nyttar lítið, tá prísurin er í botni, sigur Jógvan Tróndarsson, skiparin á Akamalik, ein av nýggjastu og størstu rækjutrolaranum hjá Royal Greenland og flaggskipið hjá hesum felag.
Vit eru í fyrstu døgunum í juni og Akamalik liggur stórur og prúður við Atlantskajuna í Nuuk. So skjótt sum teir hava lagt at, so verður farið undir at landa og veiðan hjá Akamalik gevur einki arbeiði á landið, annað enn at hon verður á plattum førd í bingjur og síðan flutt av landinum sum liðugt vøra. Men dagin, tá skipið kemur inn er nógv at gera og tað er stutt millum plattarnar úr lastini og upp á bryggjukant. Grønlendingar eru tiltiknir kvikir menn og tað sæst eisini nú teir landa.
Jógvan sær troyttur út, bleikur og gráður í andliti. Tað er ikki bara sum at siga tað at hava ábyrgdina av so dýrum skipi, nú hýsan er vorðin dýrari fiskur enn rækjan. Vit sita og práta eina lítla løtu, nú ein skái er, og ongin rópar eftir honum. Tað er nógv at gera hjá einum skipara, tá skipið júst er komið í havn. Teir eru eisini túraðir, tí nógv hevur verið at gera seinastu dagarnar til havs, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Í harraverilsinum
Salongin hjá Jógvani eru sum ein stór íbúð, og hann hvørvur næstan í øllum hesum fína. Har er stór stova og fundarrrúm, skrivstova, kamar og vesi við bað. Fyrst eg kom umborð sat eg eina løtu inni á skiparakamarinum og eygleiddi, meðan Jógvan var til arbeiðis og tað var ikki hissini at taka støðu til. So var tað reiðsskapur, so var tað pengar til grønlendsku manningina, sum skuldi ein túr í land. Teir hava ikki somu skipan sum yvirmenninir og eru ofta við fleiri mánaðar í senn. Og so var tað reiðarin, sum eisini skuldi hava sítt at vita. Skiparin var ikki í frið eitt sekund, og tað var hann heldur ikki á hinum bátunum, eg vitjaði í Nuuk. Tað hendir nakað, tá eitt skip er komið í havn. Tó, teir sum skulu heim eru nú eitt sindur lættari hýrdir, enn teir sum skulu undir nýggjan túr. Tað vil so vera. Men hetta sært tú ikki umborð á Akamalik, tí teir hava fiskað so skjótt hendan túrin, at teir eru inni eitt heilt samdøgur áðrenn uppruna ætlað. Hin skiparin, Linjohn úr Skálavík er slett ikki komin til Grønlands enn, hann er á veg. Linjohn verður slett ikki kallaður skipari umborð, hann fær ikki annað navn enn borgmeistarin, eisini av grønlendingunum, tá hann ikki hoyrir, og hetta stavar frá hansara karrieru í kommunalpolitikki, halde eg.
SARS sjúkan
Men nú er also ein skái, og vit sita og práta á skiparaíbúðini einsamallir. Tað er heldur ikki hissini sum plágar føroyska fiskimannin, eitt nú sjúkan Sars, sum vit annars hoyra mest til í Hong Kong, Kina og Kanada og tað er júst her hundurin liggur begrivin.
-Rækjuvinnan hevur brúkt nógva tíð og nógvar pengar upp á at uppbyggja ein rækjumarknað í Kina og eitt nú vit liggja inni við nógvum, rækjum sum eru tilgjørdar spesielt til kinesiska marknaðin. Men SARS sjúkan hevur ført við sær, at hesin marknaður er burtur og nú koma allar rækjurnar, sum annars skuldu verið seldar í Kina út á hin marknaðin, sum kneykrar undir at alt ov nógvar rækjur eru á marknaðinum. Og úrslitið er, at prísurin bara fellir enn meira, sigur Jógvan Tróndarsson og klórar sær um sín kumlaða nakka. Hetta er ikki lætt at hava við at gera.
-Prísurin hevur ikki verið so lágur í søguni hjá rækjunum sum handilsvøra. Ein triðingur av rækjunum sum vit hava inni skuldu til Kina, nú er hesin marknaður burtur og tað er steinur omaná byrðu, at Kinarækjurnar nú enda úti á einum frammanundan knúsaðum marknaði, sigur Jógvan Tróndarson.
-Prísurin er eisini vánaligur á sekkjarækjunum, tað eru einfalt ikki keyparar til allar rækjurnar. Hetta hevur stórar avleiðingar fyri grønlendska samfelagið, sum hevur so fá bein at standa á. Her eru jú bara rækjur, svartkalvi og krabbi, sigur Jógvan Tróndarsson.
Bátar liggja
Er tað ikki vandamikið bara at fiska seg burtur úr vánaliga prísinum. Verður einki gjørt í Grønlandi fyri at steðga skeivu gongdini?
-Jú, nakað verður gjørt. Av teimum 15 stóru rækjutrolarunum eru bara fimm úti í løtuni. Hinir eru á verft ella liggja stillir. Vit skulu tó ikki klaga, tí vit klára okkum við lágum prísi av tí at skipið hevur so stóra kvotu í Vesturgrønlandi. Hevur ein bátur av hesi støddini ikki millum 6-8000 tons í kvotu, so stendur hann seg ikki.Vit veiddu 7500 tons í fjør, sigur Jógvan Tróndarsson
Fyrst í juni mána var næstan ikki dagur, at ikki onkur grønlendskur rækjutrolari lá inni í Nuuk. Sosialurin vitjaði tríggjar av hesum bátum, allir við føroyskum yvirmonnum og allir vóru eins ørkymlaðir av vánaliga rækjumarknaðinum og útlitunum.
Hesin túrurin hjá Akamalik hevur verið ein av teimum longru, tí hann byrjar heilt í Spania, har skipið varð bygt. Skipið hevur verið til eftirlit. 17. mai vóru teir inni í Íslandi. Teir byrjaðu túr í Eysturgrønlandi 22 juni. Har var einki at fáa og teir sigldu síðan suður móti Kappanum og norður um norður á Stóra Hellefiskabankan næstan í einum og endaðu vestur móti kanadiska markinum. Har bar rættuliga til.
-63 tons tann seinasta dagin av lidnari vøru, pakkaðum rækjum , frystar á plattum, klárar at koyra í bingjuna. Men vit jakta rekordina, sum trolarin Sisimiut hevur. Hann fekk einaferð 68 tons av ísaðum rækjum, sigur Jógvan Tróndarson.
Jógvan hevur siglt 17 ár í Grønlandi.