Rökkvi og Ranchus í Gøtu

Møguleiki verður at lata eina peningagávu í stuðli til Fountainhúsið, tá skipað verður fyri konsert leygarkvøldið í Tøting.


Á skránni hetta kvøldið eru bólkarnir Rökkvi og Ranchus.


Handan navnið Rökkvi goymir seg fuglfirðingurin Rógvi Oddvørson.


Rökkvi er ein lutfalsliga nýggj tónleikaverkætlan. Rökkvi luttók á tónleikakappingini Sement fyri einum ári síðani, har bólkurin stóð seg væl, og hevur bólkurin veruliga fingið vind í seglini, aftaná nýggju útgávuna Where Is The Sun, ið teir nýliga hava verið á konsertferð við í Danmark og í Grønlandi.


Fyri akkurát einum ári síðani, kom fyrsta útgávan hjá Ranchus “Feeling Like A Caged Lion Pacing Behind One Way Glass” á gøturnar. Ikki kann sigast um hesar ungu garparnar, at teir liggja á latu síðuni, tí bólkurin er í verandi løtu, við at leggja seinastu hond á næstu útgávuna. Tað verður hesin nýggi tónleikurin, ið Ranchus kemur at borðreiða leygarkvøldið.


Ungu tónleikararnir ið mynda Ranchus eru: Sigmund Zachariasse, Ólavur G. Á Skipagøtu, Hans Andrias Gregoriussen og Sjúrður Samuelsen Samuelsen.