Í ár koma vit upp aftur á sama støði sum í 1990

? Tað er heldur nógv ferð á føroyska búskapinum í løtuni. So nú er ikki at slaka men at halda fast. Og gerst tað neyðugt, verða tiltøk sett í verk fyri at tálma gongdini, segði Anfinn Kallsberg, tá ið hann helt Ólavsøkurøðuna og stakk kósina út í kortið tey næstu árini

? Vit fylgja sera gjølla við gongdini í búskapinum. Og verður tað neyðugt, verða tiltøk sett í verk fyri at tálma vøkstrinum.

Tá ið Anfinn Kallsberg, løgmaður helt ólavsøkurøðuna endurtók hann tað, sum Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, fyrr hevur sagt í samrøðu við Sosialin: Nevniliga, at landsstýrið fer at halda aftur fyri at k´la búskapin, um tað verður neyð

Anfinn Kallsberg segði at føroyski búskapurin hevur verið í stórum vøkstri seinastu árini.

? Hetta er at fegnast um, men búskaparvøkstur hevur trúgvar óynsktar fylgisneytar. Teir eru prísvøkstur, lønarvøkstur og versnandi handils- og gjaldsjavni, sum stendst av økta vøruinnflutninginum, ið økt nýtsla og eftirspurningur hevur við sær.

? Tí er av stórum týdningi at fylgja sera væl við einum so stórum búskaparligum vøkstri, sum vit hava havt seinastu árini.


Fólkatalið veksur og arbeiðsloysi minkar

Hann vísti á, at fólkatalið veksur alsamt, og mett verður, at 370 fólk koma afturat í ár, so fólkatalið við árslok 1999 verður 45.187. Vøksturin stavar helvt um helvt frá nettoinnflytingini og burðaravlopinum.

Hinvegin er arbeiðsloysið er minkandi og er nú komið niður á 6 % móti 8 % somu tíð í fjør.

Tá eru tey, sum bert fáa stuðul frá Almannastovuni, eisini tald við.


118 mió meiri í lønum

Løgmaður vísti eisini á, at lønarútgjaldingarnar vóru fyrstu fimm mánaðirnar í ár 118 mió. kr. hægri enn sama tíðarskeið í fjør. hetta er ein vøkstur uppá 7 %. Vøksturin somu tíð í 1998 var 10 % afturímóti 1997. Annars var árligi vøksturin 8 % bæði frá 1996 til 1997 og frá 1995 til 1996.

? Verður hugt nærri at tølunum sæst, at vøksturin í lønarútgjaldingunum í fiskivinnuni er steðgaður ella rættari minkaður 1 %, meðan vøksturin í alivinnuni og fiskaídnaðinum annars framvegis er stórur ávikavist 27 og 20 %. ? Lønarútgjaldingarnar í byggivinnuni eru hækkaðar 23 %.

Løgmaður segði, at í ár fara lønarútgaldingarnar væntandi fyrstu ferð aftur upp um lønarútgjaldingarnar í 1990 í krónum.


Innflutningurin hækkaður 20%

Annars segði Anfinn Kallsberg, at Fyribilstølini vísa, at innflutningurin vaks 10% frá 1996 til 1997, og aftur 10 % frá 1997 til 1998.

? Innflutningurin fyrstu 5 mánaðirnar í 1999 var 20% størri enn somu tíð í fjør, tá skip og fiskur ikki eru tald við.

? Tann størsti vøksturin er í innflutninginum til vinnuna, innflutningi av bilum og innflutningi til beinleiðis nýtslu. Innflutningurin til beinleiðis nýtslu er fyrstu fimm mánaðirnar í 1999 9% hægri enn somu tíð í fjør, men vøksturin í 1998 var 11 %, í 1997 12% og í 1996 9 %.

? Sammeta vit gongdina í lønarúrgjaldingunum við vøksturin í innflutninginum til beinleiðis nýtslu, so vuksu lønarútgjaldingarnar frá 1996 til 1997 8 %, meðan innflutningurin til beinleiðis nýtslu vaks við 11 %. ? Frá 1997 til 1998 vuksu lønarútgjaldingarnar við 10 % og innflutningurin til nýtslu við 11 %, og fyrstu fimm mánaðirnar í 1999 vuksu lønarútgjaldingarnar 7 % og innflutningurin til nýtslu 9%.

? Út frá hesum sær út til, at vøksturin í innflutninginum til beinleiðis nýtslu er rættuliga stórur, og heldur seg nærhendis vøkstrinum í lønargjaldingum.

? Stóri vøksturin í samlaða innflutninginum er órógvandi, tí hann minkar um handilsíkastið til gjaldsjavnaavlopið, segði løgmaður.


Útflutningur vaksin 10%

Útflutningurin uttan skip vaks fyrstu 5 mánaðirnar í 1999 110 mió. kr. ella 10 % afturímóti somu tíð í 1998.

? Stór minking er bæði í virði og nøgd, tá talan er um ísaðan og frystan fisk. ? Hinvegin er útflutningurin av ísaðum og frystum flaki, sum er tann størsti vørubólkurin, umleið tað sama í virði, hóast nøgdin er minkað nakað. Útflutningurin av saltfiski er vaksin bæði í nøgd og virði.

Vøksturin í útflutninginum av laksi vigar rættiliga upp ímóti minkingini í útflutninginum av ísaðum og frystum fiski.

? Fyrstu 5 mánaðirnar í 1999 er útflutningsvirðið á laksi og sílum vaksið 106 mió kr. ella 77% samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

? Samanumtikið kann sigast um útlitini fyri útflutningin í 1999, at virðið av samlaða útflutninginum helst veksur, hóast vøksturin ikki verður stórur, segði løgmaður.


Yvir 300 mió í avlopi á handilsjavnanaum

Hann segði, at úrslitið á handilsjavnanum, íroknað skip, fyrstu 5 mánaðirnar í 1999 er 180 mió. kr., sum er umleið tað sama sum sama tíðarskeið í 1998. ? Avlopið á handilsjavnanum í 1997 var 202 mió. kr. og í 1998 317 mió. kr. ? Henda ikki stórvegis broytingar í búskapinum í 1999, skuldi handilsjavnayvirskotið ikki verið minni

enn í 1998.

? Við so stórum vøkstri í innflutninginum slepst ikki undan, at hart trýst verður á handilsjavnan og síðan á gjaldsjavnan.

? Vanliga verður mesti dentur lagdur á gongdina í innflutning til beinleiðis nýtslu. Innflutningurin til vinnuna, bæði til rakstur og íløgur, veksur nógv, og neyðugt er eisini at fylgja við hesi gongdini, tí vøksturin kann vera tekin um eitt nú ov stórar íløgur.


Ov nógv ferð á búskapinum

Løgmaður segði, at eingin ivi er um, at nógv ferð er á búskapinum í løtuni.

? Í fyrsta umfari gevur vøksturin í búskapinum eina størri inntøku til landskassan.

Í 1998 var yvirskotið á fíggjarlógini 471 mió. kr., og í løtuni verður mett, at yvirskotið á fíggjarlógini í 1999 verður omanfyri eina hálva milliard.

? Broytist støðan ikki stórvegis í komandi ári, kann aftur roknast við einum avlopi uppá eina hálva milliard. Avdráttir av lánum eru tó ikki við í hesum tølunum.

Løgmaður vísti á, at mett verður, at tað hevur verið heldur nógv ferð á búskapinum seinastu tíðina, ? Og sum støðan er, verður ikki mett ráðiligt at slaka í búskaparpolitikkinum, ella at tað almenna yvirhøvur stimbrar samlaða eftirspurningin ? heldur tvørturímóti.

?Tølini fyri teir fyrstu 5 mánaðirnar í 1999 benda á, at vøksturin í útgoldnum lønum og innflutningi av nýtsluvørum er minkaður, og tølini fyri fyrsta ársfjórðing 1999 benda ikki á, at nakar trupuleiki enn er við gjaldsjavnanum.

? Gjaldsjavnin fyri 1998 er ikki endaliga uppgjørdur enn, men avlopið verður aftur í 1998 mett at vera um eina milliard. Við tí stóra vøkstrinum, sum hevur verið í eftirspurninginum og innflutninginum, slepst ikki undan, at tað fyrr ella seinri verður eitt trýst á gjaldsjavnan.

? Fyri landsbúskapin sum heild merkir hetta, at sjálvt um stígur er komin í tann góða fiskiskapin og fiskaprísirnar, so kann heimasektorurin við tí gjaldføri, sum er í samfelagnum í dag, í eina tíð afturat vaksa víðari skjótari, enn ynskiligt er.

Í samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær fyri at arbeiða fyri skatta- og avgjaldslækkingum, og landsstýrið fer tí ikki at tálma búskaparliga virkseminum við skatta- og avgjaldshækkingum.

? Heldur eigur útreiðslur og íløgur á fíggjarlógini at tálmast.

? Við eini lønarhækking uppá góð 6 %, hækkingum í lógarbundnu útreiðslunum, og ætlanum um at hækka fólkapensjónina, ber neyvan til at minka útreiðslurnar á fíggjarlógini fyri 2000. Men sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fyrr hevur boðað frá, verður fylgt við gongdini í búskapinum, og gerst tað neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at halda aftur í búskapinum, so verður tað gjørt.

Anfinn Kallsberg segði, at í sambandi við at málsetningurin er at fáa blokkstuðulin burtur, hevur nógv verið tosað um at minka útreiðslurnar á fíggjarlógini. ? Hetta er eisini kjarnin í tí arbeiði, sum Fíggjarmálastýrið hevur tikið stig til saman við einstøku aðalstýrunum, við at endurskoða fyrisitingarliga lógarverkið.

? Málið er, at umsitingin á øllum málsøkjum verður einfaldari og lagað til tørvin í føroyska samfelagnum. ? Hetta arbeiðið er tó ikki løtuverk, men landsstýrið heldur, at tað er alneyðugt at hetta verður gjørt, og tað krevur, at vit standa saman í hesum arbeiði.

? Málið er, at avlopið á fíggjarlógini kemur í eina tryggja legu og verður so stórt, at tað kann avloysa blokkstuðulin. Tað kann bert gerast, um vit av øllum alvi royna at ansa eftir og at halda aftur í útreiðslunum, nú búskaparvøksturin gevur størri inntøkur.


Stórt lóggávuarbeiði

Anfinn Kallsberg segði annars, at fyri framman er eitt stórt lóggávuarbeiði, sum skal gerast.

Eitt nú hevur Fíggjarmálastýrið fingið arbeiðið við kolvetnisskattalóggávuni frá hondini.

? Av størri lógararbeiði, ið stendur fyri hjá Fíggjarmálastýrinum, kann nevnast kolvetnisskatta-fyrisitingarlógin.

?Á skatta- og avgjaldsøkinum verður talan um at fremja dagføringar, og verða broytingar gjørdar í pensjónsviðurskiftunum, hevur hetta eisini við sær broytingar í skattalógini.

? Eisini verður arbeitt við at dagføra arvaavgjaldslógina, sum er gomul og ótíðarhóskandi. Arvaavgjaldið verður lutað millum danska ríkiskassan og landkassan, og ætlanin er, at ein størri partur skal fella til landskassan.

? Eisini er ætlanin at broyta avgjaldið, so tey nærmastu ikki rinda so nógv, men tó er ikki ætlanin at hækka arvaavgjaldið sum heild.

? Arbeitt verður eisini við spurninginum um skatting av partabrøvum og øðrum virðisbrøvum. Lóggávan treingir til ábøtur, serstakliga nú arbeitt verður við at seta á stovn ein virðisbrævamarknað. ? Herumframt verður arbeitt við at dagføra donsku lógirnar á banka- og sparikassaøkinum og at seta í gildi lógir á virðisbrævamarknaðøkinum, segði løgmaður.