KLAKSVÍK: - Fyri mær er eingin ivi um, at nýggja røktarheimið liggur á sínum allarbesta og rætta staði her í býnum.
Tað sigur býráðslimurin í Klaksvík, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, nú tað av álvara er farið at nærkast degnum, tá fyrstu búfólkini kunnu flyta inn higar um góðar tveir mánaðir.
Longu tá staðsetingin var kunngjørd, vóru røddir frammi um tað skeiva í, at lata røktarheimið liggja í fjøruni, niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús og við útsýni yvir vánna. Tað vóru tey sum tá hildu, at hetta var nærum tað ringasta staðið at leggja eitt slíkt heim. Onkur helt enntá, at ein eins væl kundi lagt hetta røktarheim langt uttanfyri bøgarðarnar.
Staðsetingin lá eisini frammi til almenna hoyring, so fólk kundu gera viðmerkingar og mótsiga ætlanini, men ongin segði nakað. Ein útlendskur arkitektur í dómsnevndini til miðbýarætlanina helt enntá, at staðsetingin av nýggja røktarheiminum var fantastisk.
- Ja, hon metti, at býráðið hevði gjørt tað rætta, við at leggja røktarheimið júst har tað liggur í dag.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at bæði hon og mong við henni eru samd um, at grótkastið og umhvørvið niðanfyri gamla vøruhúsið, ongantíð hava verið nakað prýði fyri býin.
- Onkur helt fyri, at nú fingu klaksvíkingar ikki dripið grind á hesum staði. Men her er heldur eingin grind dripin, vísir hon á. Hjá henni hevur tað ongatíð verið nakar ivi um, at tey eldru skulu hava best møguligu karmarnar.
- Tey skulu ikki koyrast útum bøgarðarnar, ella leggjast til síðis. Nei, tey skulu vera mitt ímillum okkum, og har sum tað er lív í.
Nýggja røktarheimið fer at hava pláss fyir 24 búfólkum, sum í mun til onnur slík heim, koma at búgva í íbúðum.