? Føroyingar eru so fittir, fyrikomandi og hjálpsamir. Teir minna meg á gomlu maleisarnir, eg minnist frá mínum barndómsdøgum.
Soleiðis lýsir 50 ára gamla Lian Sim Lim úr Maleisia føroyingar. Lian hevur búð í Vági seinastu seks árini, og hon er fegin um at búgva har.
Tá Lian flutti til Vágs, visti hon einki um Føroyar, men hon helt tað vera áhugavert at royna nakað nýtt í eina tíð.
? Tað var heilt av tilvild, at eg flutti til Føroya. Eg fekk gjøgnum arbeiðsávísingina hjá donskum studentaskúlalærarum tilboð um at søka starv á einum skúla í Føroyum, sum kallaðist Miðnámsskúlin, og eg valdi at søkja, greiðir Lian frá. Tá hon søkti starvið í Vági, arbeiddi hon sum skrivari fyri Vesterbro Byfornyelse í Keypmannahavn, men hon vildi kortini fegin hava starv sum studentaskúlalærari.
? Tá eg søkti, visti eg ikki annað um Føroyar, enn at landið var til. Eg hevði hoyrt um hetta landið í barnaskúlanum heima í Maleisia. Tí tók eg mær nakrar ferðavinnufaldarar um Føroyar á eini ferðaskrivstovu hjá DSB og las teir ígjøgnum, so eg ikki var heilt á berum, greiðir Lian frá og lær hart.
Tá Lian fekk at vita, at hon hevði fingið starvið, setti hon sum treyt, at kinverski tempulhundurin, Lady, skuldi sleppa við til Føroya, annars kom hon ikki.
Men landsins lógir skulu haldast, og tí mátti Lady í karantenu, beinanvegin hon kom til Føroya.
Veruligur vágbingur
Sáttmálin, sum Lian í 1995 gjørdi við Miðnámsskúlan í Vági var bert fyri tvey ár, tí hon ivaðist stórliga í, hvussu hon fór at trívast í lítla landinum, Føroyum. Lian hevur nevniliga alt lívið búð í milliónbýnum ? fyrst í Kuala Lumpur, síðani í París og at enda í Keypmannahavn.
Men Lian fall skjótt til í Vági, hóast hon fyrstu árini var noydd at flyta eitt sindur runt, tí húsini, hon leigaði, vórðu seld.
Lian hevur nú tikið við føstum starvi sum studentaskúlalærari. Hon hevur lisið enskt og franskt á universitetinum í Keypmannahavn, og í hesum undirvísir hon í Vági.
Í apríl í ár gjørdi Lian av at keypa hús í Vági. Hóast hon er einsamøll, vildi hon hava eini stór hús. Og tey skuldu hava gott útsýni. Slík hús eydnaðist at fáa fatur á, og Lian býr nú í einum stórum húsum uppi á Oyrabø í Vági, hagani hon hevur útsýni yvir alla bygdina.
Enn hevur Lian ikki gjørt av, um hon skal verða verandi í Føroyum restina av ævini. Men hon ásannar, at húsakeypið bindur hana at verða verandi nøkur ár afturat ? í minsta lagi tíggju.
? Tá eg kom, setti eg mær eitt evstamark á fimm ár, men nú havi eg longu verið her í seks ár, og eg trívist væl. Her er so gott at vera. Føroyingar eru ógvuliga hjálpsamir. Teir hjálpa tær við øllum møguligum, uttan at tú kennir teg noyddan at lata nakað afturfyri. Fólk her koma veruliga hvørjum ørðum við, sigur Lian við einum stórum hjartaligum smíli, ið prógvar, at hon veruliga trívist.
Lívligt í Suðuroynni
Lian Sim Lim tekur ikki undir við teimum, sum siga, at tað er keðiligt at búgva uttan fyri miðstaðarøkið.
? Tað ber væl til at hava nóg mikið at gera í Vági, um tú hevur hug til tað, sigur Lian avgjørd.
Hóast Lian er eitt rættuligt stórbýarmenniskja og er von við at hava møguleika fyri at fara til alskyns tiltøk, hevur hon aldri kett seg í Vági. Hon gongur javnan til veitslur, hóast hon ikki drekkur, og hon er eisini javnan við til at fyrireika veitslur og onnur tiltøk.
? Tá eg kom til Føroya, hevði eg alt tað tilfar til ymsikt handarbeiði, sum eg kundi. Eg væntaði nevniliga, at eg mangan fór at keða meg á einum so lítlum plássi sum hesum. Men veruleikin er ein heilt annar. Eg havi nærum ikki havt stundir til handarbeiði, tí eg havi havt so nógv annað at gjørt, greiðir Lian Sim Lim frá.
Jú, tað kann sanniliga sigast, at Lian hevur úr at gera í Føroyum. Tí við síðuna av fulltíðarstarvinum sum stundentaskúlalærari, tekst hon eisini við at gera køkuhús til ymsar felagsskapir at burturluta, og so ger hon eisini pynt og mat, tá veitslur skulu haldast. Og hetta heldur Lian vera nakað stak hugnaligt, sum hon ikki hevur upplivað aðrastaðni í heiminum.
Tá Sosialurin vitjaði heima hjá Lian fyri góðari viku síðani, hevði hon úr at gera við at gera pynt til stóra jólaborðhaldið, sum Miðnámsskúlin skuldi halda í VB-húsinum í gjárkvøldið. Og hetta var ikki einasta veitslan, sum Lian hevur havt stríð av seinastu tíðina. Í oktober helt hon stóran fimti ára føðingardag, og fyri góðum mánaði síðani beyð hon kirkjukórinum Ljómi at halda árligu alahalgannaveitsluna heima hjá sær.
Krás úr eysturlondum
Lian dámar væl at gera mat, og tað hendir meira enn so, at fólk heita á hana um at gera sær »okkurt lekkurt og eksotiskt«. Tá ger hon ofta traditionellan væl kryddaðan maleisiskan mat, og hetta, sigur hon, dámar føroyingum væl.
Tá Lian í oktober helt fimti ára føðingardag, borðreiddi hon tvey stór sjálvtøkuborð. Annað borðið var fylt við føroyskum mati og hitt við eysturlendskum. Tá veitslan var av, var borðið við føroyska matinum framvegis fult. Tað, sum var etið, var av borðinum við eysturlendska matinum.
? Eg havi annars altíð hildið, at føroyingar vóru ógvuliga kræsnir. Men hetta varð mótprógvað á føðingardegnum hjá mær. Føroyingum dámar væl at royna eysturlendskan mat. Tú skalt bara ansa eftir, at hann ikki er alt ov væl kryddaður, sigur Lian.
Men tað er torført hjá Lian at fáa tilfar til eysturlendska matin í Føroyum. Tí má hon í heilum heita á skyldfólk og vinir, um at senda sær vørur við postinum. Eitt sindur av vørunum ber kortini til at bíleggja úr Danmark.
Tollvaldið er tó ein stórur trupulleiki hjá Lian í hesum sambandi. Tí hvørja ferð, hon fær ein pakka, hevur tollvaldið skrætt hann upp, og so er okkurt oyðilagt.
? Eg skilji ikki hetta stranga eftirlitið, sum er í Føroyum. Um tað var kríggj ella okkurt líknandi, hevði eg betur skilt hendan mistankan, sum øll eru undir, sigur Lian ørg.
Lian greiðir frá, at systur hennara sendi henni serligt indiskt karry við í ein pakka saman við føðingardagsgávuni til fimti ára føðingardagin. Hendan pakkan hevði tollvaldið latið upp, og sjálvsagt var hol komið á posan við karry, so føðingardagsgávan var kryddað, øll sum hon var. Og hetta er nakað sum javnan kemur fyri, staðfestir Lian.
Tá Lian er uttanlands, keypir hon vanliga inn í stórum, so hon sleppur undan at skula fáa vørurnar sendandi við postinum.
Samanumtikið staðfestir Lian, at tað ber til at liva sum maleisi í Føroyum, hóast tað ikki ber til at fara út í tún at heinta krydd og fruktir.
Heldur føroysk jól
Lian Sim Lim er buddist. Men kortini heldur hon jól. Hon heldur jólini vera so hugnalig. Av tí, at hon býr einsamøll, heldur hon jól saman við einum av starvsfeløgum sínum og familju hansara. Hon keypir jólagávur til tey, sum hon heldur jól saman við, og tey geva henni jólagávur.
Hetta heldur Lian vera mikið hugnaligt. Hon vildi ikki verið jólini fyriuttan.
Við Lian hava jólini í Suðuroynni eisini fingið ein nýggjan sið, nevniliga at hava køkuhús. Eftir at Lian fyri nøkrum árum síðani gjørdi tað fyrsta av hennara væl umtóktu køkuhúsum, kemur tað javnan fyri, at børn spyrja hana, um hon kann gera teimum køkuhús. Og so eru tað eisini øll tey køkuhúsini, sum fólk helst vilja hava til ymsu jólaveitslurnar upp undir jól.
Jólakøkuhúsini hjá Lian eru gjørd úr siropskøkudeiggi. Lian bakar húsini í elementum, sum hon pyntar við alskyns góðgæti ? sum hon eisini fær sendandi úr útlondum ? og síðani límar hon elementini saman. Tá húsini eru liðug, minna tey nógv um pannukøkuhúsini í ævintýrinum um Hans og Gretu.
Saknar kinverska nýggjárið
Lian Sim Lim heldur tað vera ógvuliga hugnaligt at halda nýggjár í Vági, har tey gera meira burtur úr nýggjárshaldinum enn nakra aðrastaðni í landinum. Og hon etur eisini ræst kjøt á veitsluni vesturi í VB-húsinum, eins og allir hinir vágbingarnir.
Men kortini saknar Lian kinverska nýggjarið í februar.
? Fyri meg er tað ógvuliga týdningarmikið at halda kinverskt nýggjar. Hendan møguleikan hevði eg, tá eg búði í Danmark, men tað ber ikki rættuliga til í Føroyum. Eg fái ikki fatur í øllum tí, sum eg skal brúka til eitt slíkt nýggjárshald í Føroyum. Harafturat haldi eg ikki, at tað hevði riggað so væl, at boðið føroyingum til kinverskt nýggjárshald. Men hvør veit ? kanska eg royni tað onkuntíð kortini, sigur Lian.
Lian gleðir seg nógv til at fara í kirkju jólaaftan fyri at koma í jólahýr og síðani til sjálvt jólahaldið heima hjá starvsfelaga hennara. Og so er tað hugtakandi nýggjárshaldið, sum er næsta stóra løtan.