Føroyinga og Kyndils-uppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini fyrr í dag.
Frederikshavn við Eiriki J. Simonsen á liðnum tók ímóti HEI Skæring við Róki Akralíð á liðnum.
Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring vunnu 26-22. Í fyrra hálvleiki var HEI Skæring munandi betri, og útiliðið var eisini á odda 16-11 í steðginum. Fyrra partin av seinna hálvleiki hevði Frederikshavn sína bestu løtu, og heimaliðið megnaði eisini at koma uppá javnt 19-19 áðrenn HEI Skæring dróg frá aftur og tryggjaði sær sigurin.
Rókur Akralíð skoraði trý mál fyri HEI Skæring. Eirikur J. Simonsen skoraði bara eitt mál fyri Frederikshavn í dag. Gongdin er góð hjá HEI Skæring, ið hevur vunnið fýra av teimum fimm seinastu dystunum. Frederikshavn hevur megnað ein sigur og ein javnleik seinastu fimm dystirnar.
Í morgin klokkan tvey tekur triðja føroyingaliðið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, TMS Tønder har Niklas Simonsen er annar málverji ímóti Stoholm.
Sunnudagin 10. mars spælir Frederikshavn á útivølli ímóti botnliðnum, Randers. Sama dag tekur HEI Skæring ímóti Ajax.
Støðan:
(soccerstand.com) | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | 21 | 18 | 0 | 3 | 609:512 | 36 | ||
2. | 20 | 16 | 1 | 3 | 609:528 | 33 | ||
3. | 21 | 14 | 1 | 6 | 670:607 | 29 | ||
4. | 21 | 14 | 0 | 7 | 584:529 | 28 | ||
5. | 21 | 11 | 3 | 7 | 597:575 | 25 | ||
6. | 21 | 11 | 3 | 7 | 582:580 | 25 | ||
7. | 21 | 10 | 2 | 9 | 599:598 | 22 | ||
8. | 21 | 9 | 1 | 11 | 606:595 | 19 | ||
9. | 21 | 8 | 1 | 12 | 561:581 | 17 | ||
10. | 21 | 8 | 1 | 12 | 542:574 | 17 | ||
11. | 20 | 7 | 2 | 11 | 450:493 | 16 | ||
12. | 20 | 4 | 2 | 14 | 516:555 | 10 | ||
13. | 20 | 4 | 2 | 14 | 533:613 | 10 | ||
14. | 21 | 1 | 1 | 19 | 516:634 | 3 |