Fiskivinna
Við bryggjuna í Saltangará liggur snøggi ísfiskatrolarin, Rókur, merktur Runavík og hevur bókstavirnar og tølini FD 1205.
Rókur er annar av tveimum ísfiskatrolarum, sum Faroe Seafood hevur keypt.
Rókur er keyptur úr Írlandi, og Lerkur úr Skotlandi.
Skipini eru bygd sum systurskip, men Lerkur hevur enn ikki somu longd, sum Rókur hevur.
Rókur er eitt vet longri enn hini skipini hjá Faroe Seafood, Bakur og Stelkur.
Bæði tey nýggju skipini hava verið í Skagen, har maskinurnar eru yvirhálaðar.
Lerkur er nú eisini á veg heim og verður á Havnini í vikuskiftinum.
Lerkur leingjast
Faroe Seafood hevur gjørt avtalu við Tórshavnar Skipasmiðju um at leingja Lerk, og hetta arbeiði fer í gongd so skjótt, skipið kemur higar til lands.
Á Tórshavnar Skipasmiðju munnu teir fara at verða lidnir við sektiónina, sum skal setast upp í skipið.
Maskinverkstaðurin FJM í Runavík setir nýggja verksmiðju í bæði skipini, og síðan er okkurt smávegis at gera í lastini.
Rókur verður klárur til fiskiskap nakað eftir hálvan august, og tá fer hann at partrola saman við Stelki. Bæði Bakur og Stelkur fara úr vinnu eitt stutt skifti hvør, meðan motorarnir verða yvirhálaðir í Klaksvík.
Rókur og Stelkur
Ætlandi fer Bakur fyrst til Klaksvíkar, og tá fara Stelkur og Rókur at partrola. Tá so Bakur kemur aftur, og Stelkur fer norður, fara Rókur og Bakur at partrola.
Tá klassingin hjá Baki og Stelki er liðug, verður Lerkur liðugur á Tórshavnar Skipasmiðju.
Tað er ungi skiparin hjá Faroe Seafood, Rúni Samuelsen, sum fyrst førdi Rók heim úr Skagen, og nú nærkast ungi maðurin landi við Lerki.
Landaðu í morgun
Í morgun landaðu Bakur og Stelkur í Saltangará, og sum skilst vóru skipini knappliga fullfermd eftir at hava roynt í umleið eina viku.