Í kunningini hjá borgarstjóranum í Nes kommunu í sambandi við roknskapin hjá kommununi fyri 2010, sigur Símun Johannesen, at flestu virkir í kommununi høvdu nøktandi virksemi í 2010 - undantikið saltfiskavirkið, sum Faroe Origin nú eigur á Toftum. Hetta er fiskavirkið, sum Faroe Seafood rak, til felagið varð sent í Skiftirættin fyri hálvum øðrum ári síðan.
- Vit fegnast tó um, at saltfiskavirkið hevur fingið nýggjar eigarar, sum hava boðað frá, at virkið fer at lata uppaftur einaferð í 2011.
Borgarstjórin vísir á, at tey tímaløntu arbeiðsfólkini í kommununi hava havt so gott sum støðugt arbeiði, og eisini hava partar av byggivinnuni havt fitt at gera.
- Tíverri hevur onkur fyritøka tó verið noydd at niðurleggja virksemi, leggur Símun Johannesen aftrat.
Hann vísir annars á, at fiskiskapurin hjá skipum og bátum hevur verið heldur betri í 2010 enn í 2009, og fiskaprísurin er kvinkaður eitt vet uppeftir.
- Aftur í 2010 vóru tað virkir, fyritøkur, skip og bátar, sum saman við privatum og almennum arbeiðsplássum hava verið grundarlagið undir inntøkunum hjá kommununi, sigur borgarstjórin, Símun Johannesen.